Skriva út

Upptøkan á Setrinum klár

Komandi dagarnar fáa tilsamans 213 umsøkjarar til útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum boð um, at tey eru upptikin.


Tilsamans 350 umsóknir komu inn til útbúgvingarnar á Setrinum. Og av hesum eru sum sagt 213, sum fáa lestrarpláss í boði eftir summarfrítíðina.

Býtið millum útbúgvingarnar gjørdist soleiðis:

•    30 føroyskt BA      
•      2 føroyskt hjánám   
•    34 KT-verkfrøði        
•    15 lívfrøði            
•    35 lærara            
•    35 námsfrøði        
•    25 samfelagsvísindi   
•    22 sjúkrarøktarfrøði  
•    15 søga   

Vegna ov veikt studentagrundarlag verður onki nám í náttúruvísindum við denti á jarðfrøði ella havfrøði í 2012. Tríggir av umsøkjarunum til náttúruvísindi, sum uppfylla fortreytirnar fyri at verða tikin upp til lívfrøði, eru tó boðin at taka ta útbúgvingina.

Talið av umsóknum til lestur á Setrinum varð munandi størri í ár enn í fjør, tá talið var 273.

Øll fáa skrivlig boð um sína støðu, og kunnað verður um hvar tey standa á biðilista. Brævbjálvarnir eru í dag sendir umsøkjarunum við Posta.