Upptøkan á Setrinum klár (2)
13.07.2013
Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Søgu- og samfelagsdeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Upptøkan á Setrinum klár

Komandi dagarnar fáa tilsamans 274 umsøkjarar til útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum boð um, at tey eru upptikin.


Tilsamans 378 umsóknir komu inn til útbúgvingarnar á Setrinum. Og av hesum eru sum sagt 274, sum fáa lestrarpláss í boði eftir summarfrítíðina.

Býtið millum útbúgvingarnar gjørdist soleiðis:

  • 13 Føroyskt
  • 16 Orku- og umhvørvisverkfrøði
  • 38 Lærara
  • 38 Námsfrøði
  • 22 Sjúkrarøktarfrøði
  • 32 Sosialvísindi og samfelagsplanlegging (samfelagsvísindi)
  • 20 Politikkur og umsiting (samfelagsvísindi)
  • 18 Smátjóðir og altjóðagerð (søguvísindi)
  • 28 Master í løgfrøði
  • 4 Master í føroyskum
  • 45 Master í vegleiðing


Í ár varð afturat BA- lestri eisini boðin út MA-lestur: Eftir summarfrítíðina byrja 197 nýggj lesandi sín BA-lestur, meðan 77 fara undir MA-lestur.

Øll fáa skrivlig boð um sína støðu, og kunnað verður um hvar tey standa á biðilista. Brævbjálvarnir verða sendir umsøkjarunum við posti mánamorgunin 15. juli.