13.07.2015
Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Søgu- og samfelagsdeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Upptøkan á Setrinum klár

Komandi dagarnar fáa tilsamans 248 umsøkjarar til útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum boð um, at tey eru upptikin.


Tilsamans 381 umsóknir komu inn til útbúgvingarnar á Setrinum. Av hesum eru sum sagt 248, sum fáa lestrarpláss í boði eftir summarfrítíðina.

Býtið millum útbúgvingarnar gjørdist soleiðis:

  • Føroyskt 22
  • Orkuverkfrøði 20
  • Lærara 36
  • Námsfrøði 35
  • Sjúkrarøktarfrøði 22
  • Sosialvísindi og samfelagsplanlegging (samfelagsvísindi) 34
  • Politikkur og umsiting (samfelagsvísindi) 13
  • Søga (Smátjóðir og altjóðagerð) 24
  • Master í løgfrøði 24
  • Master í føroyskum 1
  • Masterlæra í søgu- og samfelagsvísindum 17

Í ár varð afturat bachelor lestri aftur boðin út MA-lestur: Eftir summarfrítíðina byrja 206 nýggj lesandi sín BA-lestur, meðan 42 fara undir MA-lestur.

133 fáa at vita, at tey standa á bíðilista ella fáa avslag.

Øll fáa skrivlig boð um sína støðu. Brævbjálvarnir eru umsøkjarunum í hendi mikudagin 15. juli.