Upptøkuroynd til løgfrøði mikumorgunin
Mikudagin 29. juni klokkan 10:00 - 14:00 verður upptøkuroynd til løgfrøði (master og embætisprógv) - eingin tilmelding er neyðug
Umsøkjarar til upptøku á MA (Master) í løgfrøði summarið 2022 og umsøkjarar í 2022 til Emb.L (embætisprógv) summarið 2022, ið koma frá øðrum lærustovnum í danska ríkinum enn Fróðskaparsetrinum, skulu møta til upptøkuroynd mikudagin 29. juni 2022 klokkan 10-14.
Royndin verður hildin á veghæddini á Søgu- og samfelagsdeildini, Jónas Broncksgøtu 25.
Upptøkuroyndin telur saman við bachelorprógvum, viðkomandi royndum og eftirútbúgvingum v.m. í metingini av, hvør er skikkaður til upptøku. Umsøkjarar mugu tó í minsta lagi standa upptøkuroyndina við próvtalinum 7.
Lesið meira her.
GG: Í kunningini stendur, at neyðugt er við tilmelding, men tað kravið er strikað.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...