Úr Liverpool á Setrið at granska í miðaldarbókmentum
Helen Frances Leslie-Jacobsen er sett í starv sum lektari í miðaldarbókmentum og skaldskapi á manna munni á Føroyamálsdeildini á Setrinum
Helen er fødd í Liverpool og hevur MA-útbúgving í enskum bókmentum frá universitetinum í Durham og MA-útbúgving í miðaldarbókmentum frá Háskóla Íslands (2009).
Hon skrivaði ph.d.-ritgerð á universitetinum í Bergen um fornaldarsøgur og hevur skrivað fleiri greinir um miðaldarskaldskap og handrit úr Norðurlondum í miðøld. Hon dugir norskt, íslendskt, norrønt og skilir føroyskt bæði munnliga og skrivliga.
Nú Helen Frances Leslie-Jacobsen flytur til Føroya, fer hon at leggja seg eftir at samskifta á føroyskum og læra seg føroyska úttalu betur. Seinnu árini hevur hon búð í Noregi, og í løtuni er hon í starvi sum granskari á universitetinum í Bergen, har hon m.a. leiðir tvær granskingarverkætlanir. Onnur er um føroysk kvæði, sum hava hennara stóra áhuga, og hin er um m.a. norsk lógarverk í miðøld.
Umframt granskingina og bókmentirnar er tað kærleikin, sum dregur Helen til Føroya. Maður Helen er føroyingur, og tað er kanska vert at nevna í hesum sambangi, at hann er abbasonur Mortan Nolsøe, professara, sum á sinni tók stig til stóra savnið við upptøkum av kvæðum, skjaldrum og søgum á Føroyamálsdeildini.
- Eg søkti hetta starvið, tí eg helt tað og Føroyamálsdeildina passa sum fótur í hosu til míni granskingaráhugamál. Tað eru ikki mong støð í heiminum, har tú kanst granska og undirvísa í skaldskapi av mannamunni, kvæðum og miðaldarbókmentum! Maður mín er eisini føroyingur og býr í Hoyvík, so hetta var somuleiðis ein møguleiki at sameina míni professionellu og persónligu áhugamál, sigur Helen.
Granskingarverkætlanin um føroysk kvæði, har Sjúrðarkvæði er í miðdeplinum, fer væntandi at kasta tvær bøkur av sær, greiðir Helen frá og leggur aftrat, at hon eisini ætlar sær at halda fram við sínum arbeiði við lógarmentanini, sum valdaði her á landi í miðøld, tá hon byrjar í starvi sínum.
- Eg fara at byggja á og víðka um míni granskingarnetverk, har eg í fyrsta lagi fari at arbeiða við kvæðum og gomlum handritum, men eg haldi fram við at arbeiða við lógarbókunum, sum eg havi fingist við í Noregi. Eg gleði meg at undirvísa í miðaldarbókmentum á Føroyamálsdeildini og vóni, at tey lesandi fara at halda, at hetta er eitt áhugavert íkast aftrat skeiðunum, sum eru á skránni, sigur Helen Frances Leslie-Jacobsen.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...