Silja.jpg
06.11.2018
Føroyamálsdeildin Til lesandi
Skriva út

Úr ljósi í myrkur

Fríggjadagin 9. november kl. 13 heldur Silja Aldudóttir MA-fyrilestur í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini

Fyrilesturin tekur støði í MA-ritgerð hennara, sum er um, hvussu náttúrufyribrigdi verða tikin fram og  formliga fáa skap í einum úrvali av modernistiskum føroyskum náttúruyrkingum í 20. øld og 21. øld.

Í innganginum til MA-ritgerðina staðfestir Silja, at hóast ein “umfatandi partur av føroyskum yrkingum eru náttúruyrkingar, eru tær higartil ikki kannaðar stórvegis sum júst náttúruyrkingar”.  Ástøðiliga byggir ritgerðin á vistgreining og evnisligu snaringina í bókmentavísindum.  Gjøgnumgangandi  greiningaramboð í ritgerðini eru hugtøkini hjá Timothy Morton úr Ecology Without Nature (2007) og The Ecological Thought (2010).

Í stuttum vísa greiningarnar í ritgerðini - og her við hugtøkum hjá Timothy Morton - at yrkingarnar hjá Christiani Matras fáa fram nærverandi løtumyndir av náttúru, endurgivnar úr einum aeoliskum sjónarhorni, sum tykist koma úr ongum (“from nowhere”). Í yrkingunum hjá Karsteni Hoydal er eitt eg og ein evnisligur áhugi fyri náttúruni, t.e. eitt eg kannar náttúruna, tað ikki-menniskjaliga, og upplivir sambandið sum bæði identiskt og ikki-identiskt. Yrkingarnar hjá Regini Dahl eru kritiskar og endurgeva eina farna náttúru og eina skeiklaða javnvág. Jóanes Nielsen nýtir endurgeving og tóna í sansaligum myndum merktar av synekdokiskari uppreksan. Í yrkingunum hjá Onnu Maluni Jógvansdóttur verður menniskjað upployst og rennur saman við tað ikki-menniskjaliga umhvørvið, so munurin millum menniskjað og tað ikki-menniskjaliga verður burtur.

Sambært Silju kann gongdin lýsast sum ein gongd úr ljósi í myrkur. Fyrilesturin varir 45 min., og høvi verður hjá áhoyrarum at spyrja og gera viðmerkingar.