Úrslit frá nýggjari kanning millum sjúkrarøktarfrøðilesandi
23.04.2015
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Úrslit frá nýggjari kanning millum sjúkrarøktarfrøðilesandi

Johild Dulavík lestrarvegleiðari á Sjúkrarøktarfrøðideildini hevur fyriskipað skeið fyri sjúkrarøktarfrøðilesandi og lærarar innan netverkið Nordkvist.


Sjúkrarøktarfrøðideildin hevur avtalur um skiftisuppihald við aðrar sjúkrarøktarfrøðiskúlar í Norðurlondum, og er limur í netverkinum Nordkvist, sum er undirbólkur í NORDPLUS. Endamálið við netverkinum er at knýta tættari bond ímillum lærustovnarnar, og leggja ein sameinandi útbúgvingarfelagsskap til rættis, har stovnar, lesandi og lærarar kunnu nýta serkunnleikan hjá hvørjum øðrum. Møguleiki er at fáa fíggjarligan stuðul.

Netverkið hevur langa siðvenju at økja um samstarv og sínaámillum fatan millum borgarar í teimum ymisku Norðurlondum.  Mentanarligur førleiki í mun til heilsu- og sjúkrarøkt er ógvuliga umráðandi fyri kliniskar sjúkrarøkarfrøðingar og hevur harafturat stóran týdning innan útbúgvingina til sjúkrarøktarfrøðing.

Á heysti í 2012 var Sjúkrarøktarfrøðideildin vertur fyri einum skeiði innan Nordkvist. Heitið á skeiðinum var  "Sygepleje - at leve et godt liv med diabetes".

Luttakarir vóru lesandi og lærarar úr 14 sjúkrarøktarfrøðiskúlum.
 
Avgjørt var at gera eina kanning um hvat lesandi upplivdu og lærdu saman við lesandi úr hinum norðurlondunum. Lesandi svaraðu 2 spurningum og hesir vóru viðgjørdir við kvalitativum háttalagi.

Hvat lesandi fingu burturúr við at luttaka á skeiðnum ber til at kunna seg um í greinini "Taking part in Nordic collaboration; nursing students' experiences and perceptions from a learning perspective: A qualitative study" í tíðarritinum Nurse Education Today