Skriva út

Úrslitini frá haruskjótingini í 2012

Í 2012 vórðu meira enn 3.000 harur skotnar í Føroyum. Hetta sæst á einari fyribils uppgerð, sum er gjørd fyri haruskjótingina í veiðutíðuni, sum júst er liðug. Ætlanin er at halda fram við at skráseta haruúrslit í einar tvær vikur afturat, og heitt verður tí á fólk, sum hava tøl liggjandi, um at boða frá hesum.


Í Føroyum er nógvastaðni stórur áhugi fyri haruskjóting og hvussu nógvar harur verða skotnar í harutíðini, sum er frá 2. november og árið út, til 31. desember. Hóast hetta, finst einki yvirlit um, hvussu nógvar harur verða skotnar kring landið. Onkur er, sum skrivar niður hvussu nógv verður skotið í haganum, har teir sjálvir skjóta, men tað finst einki samlað yvirlit fyri allar Føroyar.

SKRÁSETA ÚRTSLITINI
Hetta ynskti Eyðfinn Magnussen, sum er biologur á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, at gera nakað við. Hann er tí farin undir at skráseta, hvussu nógvar harur verða skotnar ymsastaðni kring landið. Skrásetingin verður gjørd við støði í Facebook-síðuni “Haruskjóting í Føroyum”, har menn skriva, hvussu nógvar haru teir hava fingið, tá ið teir hava verið og skotið. Upplýst verður, hvussu hagaparturin eitur, hvørjari bygd hagin er í, hvussu nógvar harur teir fingu og hvussu nógvir mans teir vóru á túrinum. Upplýsingarnar verða so førdar yvir í eitt rokniark, har talt verður saman. Úrslitini verða skipað í oyggjar, bygdir og hagapartar og dato.


ÚRSLITINI
Síðani fyrst í desember hevur so hvønn mánadag verið kunnað um, hvussu gingist hevur.
Seinasta uppgerðin varð gjørd 27. desember.

Samlaða talið var  tá  komið upp á 1.818 harur, sum eru skotnar á 180 túrum í 81 hagapørtum á 11 oyggjum kring landið:

Seks teir raskastu vóru tá:


    -  Skálatoftir á Borðoynni                               116 harur,     8 túrum
    -  Norðurtriðingur, Norðaripartur, Sørvágur        109 harur,    9 túrar
    -  Presthagi, Kvívík                                         79 harur,   6 túrar
    -  Fyri Norðan í Kunoy                                     66 harur,   5 túrar  
    -  Inni í Dølum, Viðareiði                                   63 harur,   5 túrar
    -  Kirkjubøhagi, Fyri Heiman                               59 harur,  2 túrar

Uppteljingin frá 27.desember sæst  her  (pdf-skja, 4 síður).

Men teljingin heldur fram, og samlaða talið av skotnum harum, sum eru skrásettar, er nú farið upp um 3.000. Heilt neyvt vóru 3.039 harur skrásettar tann 5. januar í ár.

EFTIRLÝSING
Ætlanin er at halda fram við at skráseta úrslitini frá haruskjótingini í einar tvær vikur afturat. Heitt verður tí á fólk, sum hava tøl liggjandi, um at koma við teimum, so tey kunna koma við í yvirlitið, so yvirlitið yvir skotnar harur í Føroyum í 2012 gerst so fullfíggjað sum møguligt. Hetta kann gerast við at:

  • Leggja úrslitini út á Facebook-síðuna “Haruskjóting í Føroyum”. Hetta er ein afturlatin bólkur, sum tú kanst gerast partur av, við at søkja um tað, ella  tú kanst verða lagdur aftur at bólkinum av einum at teimum, sum longu eru við.


  • Senda úrslitini beinleiðis til Eyðfinn Magnussen við telduposti, á teldupostadressuna eydfinnm@setur.fo.
  • Ringja til Eyðfinn Magnussen, beinleiðis á tel 292 559 ella ringja til Fróðskaparsetrið á tel 252 500 og spyrja eftir Eyðfinn Magnussen.



ÚRSLITINI KOMA ÚT Í FRÁGREIÐING
Um einar tvær vikur verða úrslitini samlaði í eina frágreiðing í røðini NVDrit, sum Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum gevur út. Frágreiðingin verður so send út við Facebook-síðuni “Haruskjóting í Føroyum” og løgd út á heimasíðuna hjá setrinum SETUR.FO og annars send teymum, sum eru áhugaði.


ANNAÐ TILFAR.