15.10.2011
Skriva út

Út í heim við bókum hjá Fróðskapi

Fimm føroysk forløg hava á árligu bókamessuni í Frankfurt víst á, hvat føroyski bókaheimurin kann bjóða.


Umboð fyri Fróðskap hava seinastu dagarnar verið við á bókamessuni í Frankfurt. Endamálið var at vera við í átakinum at selja føroyskar bókmentir og serliga at fáa fatur á vitan um, hvussu vit fáa gjørt bøkurnar hjá Fróðskapi meira sjónligar og lættari at keypa uttanfyri Føroyar.

Føroyski básurin var væl størri enn áður og fleiri fólk vóru við.  Fitt varð gjørt burturúr sniði og tilfari til bókakeyparar og seljarar.  Hetta gav úrslit, tí áhugin fyri básunum var eisini væl størri hesaferð. Bæði rithøvundar og forløg fingu ítøkiligar fyrispurningar og áhugaverd prát um møguligt samstarv og útgávur.

Tey, sum vendu sær til Fróðskap, vóru m.a. fólk frá amerikonskum bókasøvnum, sum leita eftir tilfari til teirra Scandinavian Studies deildir. Ein teirra sigur: “Vit vilja sera fegin keypa norðurlendskar bøkur, men tær eru ikki lættar at finna. Tit eiga at kanna, hvussu tey ymisku bókasøvnini leita eftir tilfari og keypa inn.”

Á myndini eru tað Annika Sølvará, stjóri, og Andras Mortensen, nevndarformaður fyri Fróðskap, sum tosa við Matthew Kull frá Ebrary um møguleikan at selja bøkurnar hjá Fróðskapi sum ebøkur umvegis teirra skipan. Tað eru fleiri ymiskar skipanir at velja ímillum, so heimafturkomin verður ein av uppgávunum at fara at taka støðu til, hvør leið skal veljast.