Útbugving vestan hav, at lesa í USA
19.07.2012
Altjóða Skrivstovan
Skriva út

Útbugving vestan hav, at lesa í USA

Í samband við sendikvinnuni úr USA Laurie S. Fulton vitjar í Føroyum, verður skipað fyri tiltakinum “Útbugving vestan hav, at lesa í USA”.


Tað eru MFS, Altjóða Skrivstovan á Fróðskaparsetrinum og Vinnumálaráðið, sum skipa fyri.

Tiltakið verður á fabrikkini hjá Østrøm á Skálatrøð, týsdagin 24. Juli frá 15.00 til 17.30.

Skráin er hendan:

  • 15.00    Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Setrinum bjóðar vælkomin
  • 15:15     Lesandi greiða frá teirra lestrarroyndum í USA
  • 15.45     Framløga og Q&A við Laurie S. Fulton, sendikvinna USA
  • 16.30     MFS og tú!
  • 16.45     Altjóða Skrivstovan á Setrinum greiðir frá praktiskum lestrarviðurskiftum


Tiltakið er á enskum