Dania Erla Z (2).jpg
Dania O. Tausen lesur bachelor í listaligum arbeiði (ritlist) á Føroyamálsdeildini (Foto: Erla Z)
Brynhild Thomsen
27.04.2021
Setrið Føroyamálsdeildin
Skriva út

- Útbúgvingin hevur givið mær dirvi

Dania O. Tausen og unnustin, Trygvi Danielsen, lesa bæði bachelor í listaligum arbeiði á Setrinum. Í samrøðu við Danmarks Radio um nýggjan ungdómsdokumentar úr Føroyum, sigur hon, at útbúgvingin hevur givið sær dirvi til at siga tað, hon áður ikki tordi 

Dokumentarfilmurin, Skál, hevur rættiliga gjørt hol í sjógvin, síðani hann varð frumsýndur á danska filmsfestivalinum, CPH:DOX, leygardagin.

Filmurin eitur eftir prosasavninum hjá Daniu O. Tausen, sum - umframt at yrkja - syngur og lesur ritlist á Føroyamálsdeildini, og hon er eisini høvuðspersónur í filminum. Dokumentarurin snýr seg um, hvussu tað er at vera ung, leitandi, kristin og góð við sítt upphav, og gjøgnum tvey ár fylgja vit Daniu, unnusta hennara, Trygva Danielsen (Silvurdrongur) og vinkonuni, Marjuni Drós Tausen Poulsen.

Móttøkan hevur verið sera góð, og filmurin er tilnevndur høvuðsheiðurslønina Dox:Award, har 15 filmar úr øllum heiminum eru útvaldir, umframt at fáa heiðurslønina, Politiken Danish Dok:Award, sum er kapping fyri danskar filmar burturav.

- Filmurin er avgjørt eitt boð uppá ein vinnara (CPH:DOX, red.), skrivar Kim Skotte í sínum ummæli í Politiken, sum hevur yvirskriftina, "Ein rein perla úr Føroyum". Skotte vigar filmin til seks dukandi hjørtu.

Danmarks Radio hevur eisini havt stóra grein og samrøðu við Daniu O. Tausen í sambandi við filmin.

Har greiðir hon frá síni bakgrund av bygd í einum kristnum umhvørvi, og um tær tvístøður, sum valda á markamótinum, tá hon síðani flytir til Havnar og fær ein unnusta við rót á almennum og sekulerum palli. Bæði tvey lesa bachelor í listaligum arbeiði á Setrinum, og Dania kemur eisini inn á sína útbúgving í samrøðuni við DR, og hvønn týdning lesturin hevur havt fyri seg.

- Har verða vit av álvara eggjað til at leita inn í tað djúpa, myrka og dulda. Har finni eg nógvar tankar og kenslur, sum eg ongantíð áður hava torað at tala um, sigur hon og vísir til sítt yrkingasavn, Skál.

- Tað er endamálið hjá mær við yrkingasavninum. At tað eisini er ein partur av okkum. Vit hava øll myrkar tankar og spurningar um lívið. Fyri meg er tað týdningarmikið at seta orð á hetta og seta hesar spurningarnar - og framvegis verða góðtikin av øðrum, sigur hon.

Sprotin skrivar um Skál, at hetta er eitt djarvt prosayrkingasavn, sum viðger tilverukreppu, ið hevur røtur í átrúnaði. Tvey ung fólk spegla hvørt annað í tilgongdini at finna útav, hvørji tey veruliga eru í sínum uppvøkstri í einari samkomu. Persónliga søgan lýsir eina ferð frá tí trygga út í tað óvissa.

Eftir sýningina á CPH:DOX hevði Anna Poulsen samrøður við Daniu, Trygva, Marjuna, Mariu og Ceciliu 

Dania O. Tausen sigur seg vóna, at yrkingarnar og filmurin kunnu vera við til at fáa í lag samrøður og at forða fyri tí tøgn, sum hon heldur valdar í Føroyum.

- Eg vil so fegin, at ein bæði kann tosa við síni foreldur, vinir og samkomu um tað, sum bylgist innaní, uttan at verða gjørd til skammar ella hildin at vera vandamikil ella minni trúgvandi, sigur hon.

Birgir Kruse, filmsummælari, skrivar í sínum ummæli, "Skál fyri flottum avriki. Ein vinnari í mínum eygum og huga".

Nón í Kringvarpi Føroya viðgjørdi í gjár filmin, og Herman Eliasen, filmsummælari, var í útvarpsstovuni.

- Vit hava ikki sæð ungdómsmentan í Føroyum verða viðgjørda uppá ein slíkan máta fyrr, og tað ger filmin viðkomandi og áhugaverdan, segði hann m.a.

Til ber at keypa sær atgongd til at síggja Skál fram til 5. mai. Atgongumerki fáast her.

Hevur tú eisini hug at fara undir at lesa ritlist á Setrinum, er umsóknarfreistin 1. juni.

Lesið meira um bachelor í listaligum arbeiði her.