Útferð til Sandavágs
Herfyri var flokkurin frá 2012 í málsøgu á Føroyamálsdeildini ein túr í Vágunum og vitjaði Sandavágssteinin. Eisini sóu vit ørindini, sum Mikkjal á Ryggi risti í helluna í Hýsisá í Miðvági.
Fyrst koyrdu vit ein túr til Sandavágs og hugdu eftir forvitnisliga Sandavágssteininum.
Rúnasteinurin stendur í vøkru kirkjuni í Sandavági. Tað var av tilvild, at hesin áhugaverdi steinur varð funnin á Eingjartoftum í mai 1917. Ein maður skuldi byggja har, og ætlaði at spreingja steinarnar á jørð síni, tá ein drongur, ið nevndist Martin, sum bar tøð og vildi rinda sær møðina, knappliga sá, at merkir vóru á steininum.
Mikkjal á Ryggi frætti um hetta og var beinanvegin fúsur at kanna málið.
Hann kom fram til, at hesi merki vóru forkunnugar rúnir, og soleiðis sum hin sjálvlærdi Mikkjal tulkaði rúnirnar, var teksturin hesin:
Torkil Onundarson
Eystmaður av Rogalandi
Bygdi á Steig fyrst
Tulkingin hjá Mikkjali var næstan røtt og tað má sigast at vera eitt satt bragd av einum sjálvlærdum manni.
Seinni kemur rúnaserfrøðingurin Johs. Brøndum-Nielsen við einari broyting, har hann ger s’ið í ” steig ” um til eitt markatekin fyri glopp.
Hansara tulking varð sostatt :
Torkil Onundarson
Eystmaður av Rogalandi
Bygdi henda stað fyrst
Vit hildu tað vera rættuliga torført at lesa rúnirnar, og máttu nýta lummalykt fyri at síggja tær betur. Nú stendur steinurin eisini innast í einum króki á gólvinum, og vit meta, at tað kanska hevði verið lættari at lisið, um hann stóð í betri ljósi.
Steinurin kann tíðarfestast til tíðliga í miðøld, og hetta sóu vit eisini týðuliga á rúnunum, ið vóru miðaldarrúnur.
Aftaná rúnavitjanina fóru vit til Miðvágs og hugdu eftir vøkru, ristu ørindunum, sum Mikkjal á Ryggi hevur høgt í helluna í ánni. Vit vóru so heppin, at ikki ov nógv vatn var í ánni, soleiðis at vit sóu ørindini væl. Tað var ein fragd at síggja vøkru skriftina.
Samanumtikið høvdu vit ein frálíkan túr - Takk fyri!
John, Rakul, Helena og Eyð
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...