Útgáva: At vera ella ikki at vera fullveldi
Nýggj bókaútgáva er komin um sjálvstýris- og loysingarrørslur í ymsum økjum í Europa. Føroyska íkastið eigur Hans Andrias Sølvará, professari í søgu
Logos Verlag í Berlin hevur útgivið bókina, "Separatism and Regionalism in Modern Europe".
Bókin er sett saman av kapitlum um sjálvstýris- og loysingarrørslur í Føroyum, Grønlandi, Skotlandi, Belgia, Katalonia, Baskaralandinum, Italia, Kypros og Moldova.
Hans Andrias Sølvará, professari, hevur skrivað ein kapittul um Føroyar í hesum sambandi. Her viðger hann m.a., hvussu tað ber til, at føroysk nationalisma, sum í 19. og 20. øld megnaði at lyfta hótta føroyska málið og mentanina upp á eitt skúlað mentanarstig við úrslitagóðum bókmentum, ikki hevur rokkið einum sjálvstøðugum føroyskum stati.
Hann hevur valt at kalla kapittulin fyri "Faroese Nationalism: To be or not to be a sovereign state, that is the question". Íblásturin til heitið er eyðsýniliga fingin úr gitnu einarøðuni hjá Hamlet hjá William Shakespeare.
Spurdur um, hví hann valdi hetta heitið, svarar Hans Andrias Sølvará soleiðis.
- Eg haldi, at eg hugsaði um ta tvístøðu, í veruleikanum paradoksið, sum vit í Føroyum tykjast dáma so væl at vera í. Vit vilja bæði vera og ikki vera. Vit hava tað fínt við ikki at vera limir í ES, men okkum dámar eisini tað reyða ES-passið. Okkum dámar væl teir fyrimunir, sum sambandið við Danmark gevur okkum, men vit vilja helst ikki hava, at danir leggja seg út í føroysk viðurskifti. Í veruleikanum hava vit eisini eitt ambivalent forhold til danir. Vit síggja upp til teir, men dáma eisini væl at gera gjøldur burtur úr teimum. Vit vilja bestemma sjálv, men dáma eisini fyrimunirnar, sum sambandið við danir ella ES gevur okkum. Okkum dámar væl at vera mitt ímillum.
- Okkurt sovorðið hugsaði eg um, sigur hann.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...