Útgáva: Ensk ritgerð um politisku søgu Føroya 1906-1925
Fróðskapur hevur givið út bókina The Rise of Faroese Separatism. Danish-Faroese relations from 1906-1925 and the radicalization of the national- and home rule question, eftir Hans Andrias Sølvará.
Hetta er ein stytt og nakað umskrivað ensk útgáva av bókini Frá sjálvstýri móti loysing, sum kom út í desember 2014. Enska útgávan hevur harumframt eitt nýtt brot við perspektivering fram til 1950ini.
Hesar báðar bøkurnar vóru latnar inn til ph.d. metingar á Fróðskaparsetrinum og vardar 19. februar 2016. Sama dagin kom enska útgávan út.
The Rise of Faroese Separatism er 205 s. og kostar 250 kr. í bókabúðunum.
Frá sjálvstýri móti loysing
Tíðarskeiðið 1906-1925 er eitt serstakt tíðarskeið í politisku søgu Føroya. Tað var í hesum tíðarskeiðinum, at føroyskur politikkur tók seg upp, og lunnarnir vórðu lagdir undir teir stríðsspurningar, sum framvegis merkja politiska lívið í Føroyum. Í bókunum verður greitt frá, hvussu tveir politiskir flokkar, sum spruttu burturúr tí somu rørsluni, í árunum aftaná 1906 løgdu hvør sína kós í spurninginum um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark.
Í 1925 vóru báðir flokkarnir - serliga Jóannes Patursson og Oliver Effersøe - vorðnir so ósamdir um politisku leiðina, at eingin møguleiki tóktist vera fyri eini politiskari semju um føroysku kósina mótvegis Danmark.
Greitt verður frá, at royndir vórðu gjørdar at finna eina semju um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, og at eitt einmælt Løgting í 1922 var komið ásamt um eitt uppskot, sum skuldi slóða fyri eini føroyskari semju um hendan spurningin, men hetta miseydnaðist. Í 1923 vóru sjálvstýrisfólk farin at ivast í, um sjálvstýrisspurningurin kundi loysast innanfyri karmarnar á donsku grundlógini. Í bókini verður við støði í eini greining av trimum ítøkiligum politiskum stríðsspurningum grundgivið fyri, at tað í stóran mun vóru ríkispolitiskir samanhangir, sum føroyskur politikkur gjørdist partur av í hesum tíðarskeiðinum, ið vóru við til at seta føroysku flokkarnar upp ímóti hvørjum øðrum og síðan Sjálvstýrisflokkin upp ímóti ríkismyndugleikunum.
Radikaliseringin av sjálvstýrisspurninginum hekk í stóran mun saman við størri ríkispolitiskum týdningssamanhangum, sum ikki høvdu so nógv við tann ítøkiliga føroyska politikkin at gera.
Hans Andrias Sølvará er lektari í søgu á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum. Hann hevur skrivað fleiri bøkur um politisku søgu Føroya, serliga um sambandið millum Føroyar og Danmark. Hetta er fyrsta enska bók hansara.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...