Útgáva: Kyn og parttíðararbeiði í Føroyum, Grønlandi og Álandi
02.05.2016
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Útgáva: Kyn og parttíðararbeiði í Føroyum, Grønlandi og Álandi

Erika Anne Hayfield, Rógvi Olavson og Lív Patursson hava skrivað frágreiðing um parttíðararbeiði í teimum trimum londunum Føroyum, Grønlandi og Álandi.


Áhugaverdast í føroyskum samanhangi er ein bólkasamrøðukanning, sum varð gjørd í sambandi við frágreiðingina. Kanningin vísir, at upplivingar hjá kvinnum, sum arbeiða parttíð, eru sera samansettar.

Felags fyri flestu kvinnurnar var, at tær í stóran mun sóknast eftir fleksiblum arbeiðsumstøðum, har møguleiki er fyri at tillaga arbeiðstíðir eftir øðrum tørvi. Upplivingin hjá kvinnunum er, at stórur partur av frítíðini fer við familju- og húsarbeiði, og at tær arbeiða størsta partin av degnum, um munur ikki verður gjørdur á løntum og óløntum arbeiði. Samrøðurnar benda harafturat á, at fatanir av, hvønn leiklut kvinnur og menn hava á arbeiðsmarknaðinum og heima framvegis eru siðbundnar og ávirka, hvussu familjur leggja arbeiði og gerandisdagin til rættis.

Ein størri partur av frágreiðingini er ein greining av, hvussu rákið innan parttíðararbeiði kann hanga saman við øðrum viðurskiftum, eitt nú útbúgving og almennum veitingum í Føroyum, Grønlandi og Álandi. Eisini er ein samanbering gjørd millum tey trý londini, har tað kemur fram, at í Føroyum er nógv størst munur millum kvinnur og menn í sambandi við parttíðararbeiði. Í Álandi arbeiða eisini væl fleiri kvinnur parttíð enn menn. Í Grønlandi, hinvegin, arbeiða líka nógvir menn parttíð sum kvinnur.

Frágreiðingin fæst her.