Útlendingar til próvtøku í føroyskum
19.01.2014
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Útlendingar til próvtøku í føroyskum

Útlendingarnir, sum hava tikið skeið í føroyskum í heyst, hava júst verið til próvtøku.


Leygardagin 11. januar var skrivlig próvtøka fyri útlendingarnar, sum hava tikið føroyskt sum fjarlestur í heyst (Føroyskt fyri útlendingar/Faroese for Foreigners).

Tvey skeið vóru hesa ferð undirvíst í senn, eitt byrjanarskeið og eitt framhaldsskeið. Erla Bech Nolsø, mag.litt. (Master of Letters), undirvísti í báðum.

Ætlanin er aftur at bjóða framhaldsskeiðið út í vár og hareftir at hava byrjanarskeið um heystið og framhaldsskeið um várið. Erla fer framhaldandi at undirvísa, og Hjalmar P. Petersen, dr.phil, á Føroyamálsdeildini hevur yvirskipaðu ábyrgdina av skeiðunum.

“Tað hevur alstóran týdning, at útlendingar, sum búsetast í Føroyum, læra føroyskt. Tað kann ganga út yvir bæði trivnað og persónliga menning, um tað er trupult at samskifta við føroyingar. Á flestu arbeiðsplássunum er tað ein stórur fyrimunur at duga málið, og mangul upp á tað sama kann vera ein beinleiðis vansi,” sigur Erla Bech Nolsø, sum í gransking sínari m.a. hevur kannað, hvussu tailendingar læra føroyskt. Hon leggur aftrat: “Enn manglar ein skipan, sum bólkar næmingarnar eftir støði, málbakgrund o.t., men hesi skeiðini eru avgjørt eitt stig á leiðini, og tað gleðist eg um!”

Skeiðini, sum hvørt gevur 10 ECTS, eru á BA stigi, og tí er krav at hava tað, sum svarar til miðnámsútbúgving, fyri at sleppa inn. Framhaldsskeiðið, sum verður í vár, er serliga ætlað teimum, sum antin hava tikið byrjanarskeiðið ella summarskeiðið fyri útlendingar, ella tey, sum skilja og tosa føroyskt, men kundu hugsað sær at at betrað mállæruna og skrivaða málið.