Útnorðursøgan ”Naboer i Nordatlanten”
Forlagið Fróðskapur hevur givið út bókina ”Naboer i Nordatlanten. Færøerne, Island og Grønland”. 17 søgufrøðingar úr Grønlandi, Íslandi, Føroyum, Noregi og Danmark hava skrivað. Ritstjórar eru hava Jón Th. Thór, Daniel Thorleifsen, Andras Mortensen, Ole Marquardt. Bókin varð løgd fram á móttøku í Fabrikkini hjá Østrøm 1. juni. Hon er 487 síður og kostar 300 kr.
Í 2000 mælti Útnorðurráðið stjórnunum í útnorðurlondunum til at fáa í lag eitt samstarv um skriving av felags søgu Útnorðurs. Hetta førdi til, at ein bólkur av søgufrøðingum úr Grønlandi, Íslandi, Føroyum, Noregi og Danmark hittust í 2002 í Ilulissat í Grønlandi. Bólkurin setti sær fyri at skipa fyri seminarum og konferansum, og úr tí virkseminum eru higartil útkomnar 3 bøkur við søgufrøðiligum greinum. Frá byrjan var málið, at netverkið skuldi fremja gransking og innsavning av nýggjari vitan við at miðlan av felags søguni til almenningin, og á leiðini varð avgerð tikin um eisini at skriva eina grundbók um felagssøguna hjá útnorðurlondunum. Hon er tað, sum nú kemur út.
Í bókini verða høvuðsliðirnir í felags søguni hjá teimum trimum útnorðurlondunum síðan miðøld fram til umleið 2000 lýstir. Tá íslendingar nomu land í Grønlandi umleið 985 e. Kr. og teir seinni møttu landsins upprunaliga inuitfólki, var tað fyrstu ferð, at fólk jarðarinnar úr eystri og vestri møttust, eftir at tey fyrstu fólkini í Afrika á tíðarinnar morgni spjaddust, summi norðureftir og onnur eystureftir. Henda mentanarstevna í Grønlandi varð byrjanin til, at fólk jarðarinnar í eystri og vestri aftur fingu samband við hvønn annan. Tann eldri parturin av útnorðursøguni er tí eisini søgan um fyrsta liðin í globaliseringini. Økt ferðsla millum tey skandinavisku londini, restina av Evropa og londini í útnorðri førdi soleiðis gjøgnum søgunnar órannsakandi vegir til ein søguligan lagnufelagsskap millum londini í útnorðri, sum støðugt verður útbygdur.
Bókin er skipað í 6 høvuðspartar, og hvør høvuðspartur er settur saman av teksti frá høvundum í hvørjum av teimum trimum útnorðurlondunum. Fleiri av kapitlunum hava havt ein kapitulritstjóra, sum hevur samanskrivað endaliga tekstin: Andras Mortensen í parti II um miðøld, Ole Marquardt í parti III um demografi, Erland Viberg Joensen í parti IV um vinnulív, Søren Thuesen í parti V um andliga mentan, Elin Súsanna Jacobsen í somuleiðis parti V um skúla og útbúgving og Jón Th. Thór í parti VI um stórkríggini og tjóðarbygging. Jón Th. Thór hevur verið høvuðsredaktørur við Andrasi Mortensen, Ole Marquardt og Daniel Thorleifsen sum medredaktørum. Daniel Thorleifsen hevur verið verkætlanarleiðari og staðið fyri at finna fígging til samstarvið.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...