Væl eydnaður Frændafundur farin afturum
27.08.2013
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Væl eydnaður Frændafundur farin afturum

Vikuskiftið 24.-25. august 2013 varð 8. føroysk-íslendska granskingarráðstevnan í frændafunda-røðini hildin á Fróðskaparsetri Føroya. Granskarar úr Føroyum, Íslandi, Noregi og Hollandi hildu til samans 36 fyrilestrar um íslendsk og føroysk evnir.


Fyrsti Frændafundur var í Reykjavík 20.-21. august 1992. Formaður í íslendsku Føroyanevndini hevur frá byrjan og til í ár verið Ingi Sigurðsson, professari í søgu við Háskóla Íslands. Ingi hevur skrivað í frændafundaritini um hugburð íslendinga til føroyingar og Føroyar (FF 1), hann hevur borið saman ávirkanina frá fjøltjóðaligum hugmyndum á føroyingar og íslendingar frá miðjari 18. til miðja 19. øld (FF 5). Á Frændafundi í ár bar Ingi saman megintættir í søgu Íslands og Føroya.

Íslandsnevndin á Fróðskaparsetri Føroya og Føroyanevndin í Háskóla Íslands takkaðu Inga fyri hansara leiklut í at røkja og menna samstarvið millum føroyska og íslendska gransking øll hesi árini. Nýggi formaðurin í íslendsku Føroyanevndini er María Garðarsdóttir, adjunktur í íslendskum sum øðrum máli.