Væleydnað altjóða seminar
Dagarnar 22.-24. mai hittust fólk úr flestu Norðanlondum á Søgu- og Samfelagsdeildini til skeið í Geographical Information System (GIS).
GIS er ein teldugrundað skipan til innsavnan, lagring, analysu og presentasjón av geografiskum informasjónum. Hendan skipan hevur stóran týdning fyri eitt nú gransking innan mobilitet (ferðing og flyting) og fyri praktiskar planleggingaruppgávur innan almennar og privatar stovnar. Og júst at styrkja okkara vitan um nýtsluna av hesi skipan var endamálið við skeiðnum, har fólk innan gransking, planlegging og vinnur úr Grønlandi, Íslandi, Føroyum og Norður-Noregi hittust í 3 dagar.
Fyri undirvísingini stóðu tey bæði Marianna Pavlovskaya(Hunters College) og Kevin St. Martin (Rutgers University), New York. Tey hava drúgvar royndir við brúki av GIS í sambandi við mobilitetsgransking, eitt nú við kortlegging og analysu av data um fiskivinnu.
Fyriuttan læring um GIS, so hevði skeiðið eisini til endamáls at diskutera royndir og skapa netverk millum gransking og vinnu, nakað sum eisini eydnaðist væl.
GIS-skeiðið er partur av eini størri granskingarverkætlan um mobilitet í Útnorði, og hevur einans verið møguligt at gjøgnumføra við stuðli frá Norðuratlantiska Samstarvinum – NORA (www.nora.fo).
Nærri upplýsingar hjá Gestur Hovgaard (gesturh(at)setur.fo) ella Karin J. L. Knudsen (karinj(at)setur.fo).
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...