IMG_5313 (2).JPG
Eftir væleydnaðu verjuna handaði Chik Collins, rektari, May-Britt Skoradal ph.d.-prógv og blómutyssi
Brynhild Thomsen
10.05.2021
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Væleydnað ph.d.-verja

Undir verjuni í Kongshøll fríggjadagin róstu andmælingarnir May-Britt Skoradal fyri at hava sera dygga vísindaliga grund undir ph.d.-ritgerð síni um fótbóltsspæl sum heilsubót

Ritgerðin, sum varð vigað í Kongshøll fríggjadagin og funnin nóg tung, eitur “Football is Medicine: Promoting healthy living and an effective means of preventing and treating lifestyle diseases”.

Ritgerðin byggir á kanningarúrslit og fýra vísindaligar greinar, sum May-Britt longu hevur fingið útgivið í viðurkend tíðarrit. Harafturat eru fleiri aðrar á veg. Hetta er holl grund at byggja ph.d.-ritgerð á, og tað fekk hon eisini rós fyri frá andmælingunum.

Kanningarnar hjá May-Britt Skoradal vísa samanumtikið, at fótbóltsspæl á smáum vøllum í 11, 16 og 52 vikur hevur breiða jaliga ávirkan á heilsuna hjá skúlabørnum, eldri fólki við prediabetes og kvinnum um skiftisárini við ov høgum blóðtrýsti.

Betringarnar fevna um heilsutættir so sum blóðtrýst, treysti, kolesterol, blóðsukur, kropssamanseting og beinheilsuna hjá hesum ymsu bólkunum.

Kanningarnar staðfesta uppáhaldið (hugsanargrundarlagið), at fótbóltsvenjing á smáum vøllum betrar almennu heilsuna í ymsum aldursbólkum, tá tað viðvíkir hjarta-, evnaskiftis-, vødda- og beinagrindsheilsu.

Á henda hátt kann fótbóltsvenjing fremja heilsugóðan livihátt og vera ein munadyggur háttur at fyribyrgja og viðgera lívsstílssjúkur.

Í metingarnevndini vóru Svein Arne Pettersen, professari, Idrettshøgskolen, Universitetet i Tromsø, Susana Cristina de Araújo Póvoas, lektari, Instituto Universitário da Maia – ISMAI, Portugal, og Marin Strøm, lektari á Fróðskaparsetrinum, sum var forkvinna í nevndini.

Høvuðsvegleiðari var Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetri Føroya, og Peter Krustrup, professari á SDU.

Ein drúgvur seinnapartur í eldinum er av. Familjan var komin at lurta, stuðla og uppliva, at May-Britt fekk sítt ph.d.-prógv

Marin Strøm, lektari, var tann seinasta í metingarnevndini at spyrja og trýstroyna úrslitini hjá May-Britt Skoradal. Hon var eisini tann einasta av andmælingunum, sum var í høllini. Hini bæði, Svein Arne Pettersen, professari, og Susana Cristina de Araújo Póvoas, lektari, vóru við á zoom úr ávikavist Noregi og Portugal

Ph.d.-verjan vardi í einar tríggjar tímar. Her er tað portogisiski lektarin, sum spyr. Susana Cristina de Araújo Póvoas var, eins og norski andmælingurin, sera vælnøgd við grundarlagið undir ph.d.-ritgerðini, har May-Britt longu hevur fingið ikki færri enn fýra vísindaligar greinar útgivnar í fremstu tíðarritini á sínum øki 

Norski professarin, Svein Arne Pettersen, brúkti stóran part av síni tíð at tosa um heilsufremjan og fyribyrging. Hann vildi hava May-Britt Skoradal at grunda um, hví tað tykist torført at fáa politisku skipanirnar at taka heilsufremjan og fyribyrging til sín, tá prógvini fyri góðum úrslitnum eru har. Hon svaraði m.a., at vísindastarvsfólk skulu brúka meira stundir til at samskifta við almenningin

Johan Ísak Suni Hansen, fyrisitingarstjóri á Fróðskaparsetrinum, var vertur og leiddi verjuna, sum vegna koronu var partvíst talgild. Eisini var avmarkað, hvussu nógv fólk slapp at fylgja við almennu verjuni

So er sloppið! Lættin skínur av May-Britt Skoradal, sum eftir fleiri ára gransking, kanning og skriving nú kann kalla seg ph.d.

Magni Mohr, professari og dekanur á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, har May-Britt Skoradal er varadekanur, helt røðu fyri nýggjasta ph.d.-num í starvsfólkahópinum. Magni hevur verið høvuðsvegleiðari hjá May-Britt, meðan hon hevur verið ph.d.-studentur

Og so var bara eftir hjá familju, vinum, kenningum og starvsfeløgum at klikkja myndir og ynskja til lukku

Vit ynskja eisini May-Britt Skoradal hjartaliga til lukku við ph.d.-próvnum og ritgerðini um, hvussu fótbóltsspæl kann fyribyrgja sjúku, brúkast sum viðgerð fyri sjúku og eisini fremja heilsuna.