Væleydnað Ph.d. verja um gaping í laksi
Seinnapart vardi og stóð Ása Jacobsen sína ph.d.-roynd við enska heitinum "Exploring potential causes of gaping in salmon (Salmo salar L.)"
Ph.d.-verjan hjá Ásu Jacobsen var í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn. Vegnað koronu-smittuni var sera avmarkað við plássi til áhoyrarar í sjálvari høllini, og verjan var tískil ístaðin talgild á zoom og send á youtube.
Ása Jacobsen hevur verið innskrivað á Nátturuvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya, har hon lat ritgerðina um gaping í laksi inn í februar í ár í samstarvi við Fiskaaling.
Verjan fór fram gjøgnum internetið, har metingarnevndin við Dr. Phillip Pope, lektari á Norwegian University of Life Sciences, Dr. Samuel Martin, professari á University of Aberdeen, og formanni Dr. Sissel Beate Rønning, granskari á NOFIMA (Norwegian Institute for Food Research), sótu frammanfyri hvør sínari teldu og spurdu Ásu spurningar um ritgerðina, meðan Ása sjálv var í Kongshøll.
Vit ynskja Ásu Jacobsen hjartaliga til lukku við síni ph.d.-ritgerð.
Síggið ph.d.-verjuna, sum var seinnapartin, her
Vegleiðari Svein-Ole Mikalsen og Gunnar Restorff professarar á Fróðskaparsetri Føroya eygleiddu verjuna.
Einans heilt fá fólk fingu loyvi til at verða inni í Kongshøll.
Ása hátíðarhildin uttanfyri Sjóvinnuhúsið fyri sítt avrik.
- 12.07.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinTekna teg til gott stakskeið í lóg og leiðsluSøk um pláss á spennandi masterskeiði í Lóg og Leiðslu áð...
- 12.07.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinKom á stakskeið í búskaparstýring fyri leiðararSøk um pláss á spennandi masterskeiði í búskaparstýring f...
- 12.07.2024 SetriðNýggi bygningurin hjá Setrinum verður nú projekteraðurLandsverk hevur skrivað undir ráðgevarasáttmála við Henni...