Væleydnaður heilsugranskingardagur í Kongshøll
Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking skipaði hósdagin 10. januar fyri granskingardegi í Kongshøll.
Fróðskaparsetur Føroya, Landssjúkrahúsið og Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu eru samstarvsfelagar í Deplinum fyri Heilsu- og Almannagransking, sum m.a. hevur til endamáls at menna heilsuvísindaliga gransking og útbúgving í Føroyum.
Nógv fólk var komið saman í Sjóvinnuhúsinum fyri at lurta eftir granskarum frá teimum trimum stovnunum, umframt frá Fargen og Ílegusavninum. Framløgurnar vístu eitt sera breitt og fjølbroytt granskingarumhvørvi á heilsuøkinum, har heilsuviðurskifti verða granskað medisinskt, fysiologiskt, genetiskt, sálarfrøðiliga, epidemiologiskt, sosiologiskt og søguliga.
"Heilsugransking er sera sterk í Føroyum í dag og bert í 2018 vóru ímillum 70-80 vísindaligar greinar frá teimum trimum stovnunum, sum mynda Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking, í altjóða tíðarritum", sigur Magni Mohr, leiðari á Deplinum og dekanur á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindum á Fróðskaparsetrinum.
Kasper Kyhl, leiðari í granskingarnevndini á Landssjúkrahúsinum og stýrislimur í Deplinum leggur afturat: ”Depilin ger okkum meira sjálvstøðug og sterkari sum granskingareind, og endamálið er at menna heilsugransking munandi longur fram á leið.”
Sambært Pál Weihe, professara og leiðara á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, sum eisini situr í stýrinum fyri Depilin, eru Føroyar so smáar, at eitt slíkt samstarv er alneyðugt bæði í mun til menning innanoyggja, men eisini í mun til altjóða granskingarumhvørvið.
Tilsamans 22 granskarar høvdu 5 minuttir hvør at leggja fram eina heildarmynd av gransking sínari. Hesin framløguháttur eydnaðist væl; bæði tí, at pláss var fyri nógvum framløgum, men eisini tí, at fólk uttan heilsufakliga bakgrund høvdu møguleika at fáa innlit í gransking, sum annars kann sýnast torskild.
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...