31.08.2012
Altjóða Skrivstovan
Skriva út

Væleydnaður innleiðsludagur

Í dag hevur verið skipað fyri innleiðsludegi fyri tey nýggju lesandi á Setrinum. Tiltakið, sum byrjaði klokkan 9, var fyriskipað á fabrikkini hjá Östrøm.


Á innleiðsludegnum fingu øll tey nýggju lesandi á Setrinum høvi at hittast og heilsa uppá hvønn annan.

Fyrsti parturin av tiltakinum var ein PetroUniversity kapping, sum FOÍB og Simprentis skipaðu fyri, við stuðuli frá Statoil. Luttakarnir vórðu býttir í bólkar, har hvør bólkur var eitt oljufelag, sum skuldi leitað eftir olju og gassi í lærisimuleringini OilSim. Vinningur var til besta bólkin, eitt gávukort til SMS. Heppni vinnarin varð bólkurin við Oil4Fun við luttakarunum Marta N. Hansen, Ragnar Djurhuus og Annemie Magnussen. Samlaða úrslitið sæst her

Endamálið við hesi kapping var at geva teimum lesandi eitt høvi at kennast betur, umframt at geva teimum innlit í eitt øðrvísi læringsamboð og innlit í oljuleiting, nú Statoil saman við øðrum borar áttanda leitibrunnin í føroyskum øki.

Seinnapartin bjóðaði rektarin á Setrinum, Sigurð í Jákupsstovu, teimum nýggju lesandi vælkomin og kunnað varð eisini um studentaviðurskiftir, har Stuðni, Landsbókasavnið, MFS, Ó og Altjóða Skrivstovan fingu orðið.

Eftir hetta hevði Jákup Veyhe eina øðrvísi kunning fyri nýggju studentunum og tiltakið endaði við sangi og spæli frá Finni Koba.

Sí myndir frá tiltakinum

Les røðuna frá rektaranum á Setrinum, Sigurð í Jákupsstovu