Vælkomin Hermann
Søgu- og Samfelagsdeildin hevur fingið ein nýggjan granskara. Vit bjóða Hermanni Oskarssyni vælkomnum og hava eitt prát við hann um hansara nýggju starvsleið.
Í seinastuni hava nógvar politiskar telvingar verið um niðurleggingina av Landsbanka Føroya. Ein liður í hesum broytingum er, at Búskaparráðið skal húsast á Fróðskaparsetrinum og ikki Landsbankanum har ráðið higartil hevur hildi til. Harumframt tekur fyrverandi Landsbankastjórin, Sigurd Poulsen, við sum stjóri á Hagstovuni, meðan stjórin á Hagstovuni, Hermann Oskarsson, verður partur av toyminum á Søgu- og Samfelagsdeildini, har hann skal granska.
JCSJ: Fyrst vælkomin á SSD. Kanst tú greiða frá hvat tín uppgáva verður á Søgu- og Samfelagsdeildini?
HO: Eg eri øgiliga fegin um at vera komin á Setrið. Eftir at hava havt 15 spennandi ár sum stjóri á Hagstovuni, tykist tað sum eitt rættuliga stórt stig at seta seg millum lektarar og professarar á Setrinum. Men hetta var akkurát tað eg ynskti: at sleppa til vísindaligu røturnar á búskaparfrøðini aftur.
Ja, hvør er uppgávan á Setrinum? Hon er vælsaktans at læra – bæði at læra sjálvur og at læra frá sær. Eg eri settur granskari, og skal helst verða akademiskt starvsfólk eins og øll onnur á Setrinum.
JCSJ: Hvat fer tú at granska í?
HO: Tað verður sjálvandi búskaparfrøði, men í fyrsta umfari verður tað einamest tann greinin av henni, sum verður rópt politisk búskaparfrøði, eg fari at granska. Líkt øðrum samfeløgum, hava vit føroyingar gjørt sátt okkara millum um, hvussu hesin pinkubúskapurin skal virka. Undir teimum serstøku viðurskiftini, sum her eru galdandi, og við tí søguslóð, vit dragsa aftan á okkum, liva og virka vit eftir teimum reglunum. Man kann heldur siga at vit liva við teimum reglunum, tí vit broyta tær eisini so hvørt. Men nær broyta vit tær? Hvør ella hvat avger nær tær skulu broytast? Og ikki minst spurningurin um hvør ið fær gagn av nýggju reglunum?
Tað er politiska búskaparfrøðin, sum verður karmurin um fyrstu granskingarmálini, eg seti mær. Men valla sleppur man at dreiva runt í sama máli alla tíðina, so eg rokni við at eg sleppi at nerta við onnur evni í bæði makro- og mikrobúskaparfrøði. Búskaparpolitikki, altjóða búskapi og øðrum spennandi evnum.
JCSJ: Hetta verður ein stórbroyting í tínari starvsleið. Hvat gleðir tú teg mest til at fara í gongd við komandi tíðina?
HO: Eg eri spentur upp á alla uppgávuna, sum hon er. Eg sleppi at vera við til at leggja grundina undir búskaparfrøðiligan lestur á Setrinum. Tað gleði eg meg til. Síðani skal eg - eftir førimuni sjálvandi - gera mítt til at leggja aftrat búskaparfrøðiligu granskingini í landinum, og annars vera við til at mynda búskaparfrøðiliga profilin hjá Fróðskaparsetrinum.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...