Jóan Pauli Joensen
22.05.2009
Skriva út

Vagn Wåhlin dosentur farin

Søgumaðurin Vagn Wåhlin andaðist herfyri 74 ára gamal. Vagn Wåhlin varð mag. art. i søgu við Københavns Universitet í 1968.


Minningarorð

Søgumaðurin Vagn Wåhlin andaðist herfyri 74 ára gamal. Vagn Wåhlin varð mag. art. i søgu við Københavns Universitet í 1968. Í studentatíðini arbeiddi hann við fornfrøðiligum útgrevstri og øðrum savnsarbeiði á søvnum á Keypmannahavnarleiðini, og kom tað at merkja hansara áhuga fyri sið og mentanarsøgu alt lívið. Hann skipaði tí eisini fyri, at mentanarsøga í mong ár var ein breyt, sum tey, sum lósu søgu við Aarhus Universitet kundu velja. Alt sítt lív sum universitetsmaður starvaðist hann við Aarhus Universitet. Hann byrjaði sum ammanuensis, var kandidat- og seniorstipendiatur, fekk fast starv sum lektari, og eftir at hann hevði fingið professaraførleika varð hann tilnevndur dosentur.

Søguligu áhugi hansara fevndi víða. Hann hevur skrivað norðurlendska søgu, serliga mentanarsøgu, her einamest um trúarsøgu, heimamissiónssøguna, og søguna hjá øðrum kristiligum samkomum. Hann tók lut í tí stóru tvørvísindaligu Kattegat-Skagerak verkætlanini, har hann serliga kannaði siðvenju í yrkadegnum og einamest tær nýggju vekingjarørslurnar, sum stungu seg upp í sjóvarøkinum millum Danmark, Noreg og Svøríki. Men hann fór eisini víðari enn til mentanarsøguna, hevur skrivað fleiri greinar við meira samfelagssøguligum innihaldi. Eina tíð var tað amerikansk søga (USA), sum var hansara, og sum hann bæði skrivaði um og undirvísti í. Sum lærari var hann í mong ár lestrarvegleiðari hjá magisteralesandi og lisentiatlesandi í søgu.

Tá Gerhard Hansen, prestur, vardi doktararitgerð sín við Lunds Universitet í 1983 var Vagn Wåhlin tilnevndur andmælingur, og hetta gjørdi sítt til at hann fekk stóran áhuga fyri føroyskari søgu. Hann fór at undirvísa í føroyskari søgu við Aarhus Universitet, skipaði fyri fakligum fundum við evni úr føroyskari søgu, og hann fekk eisini fleiri av sínum studentum til at skriva serritgerðir við evni úr føroyskari søgu, og okkurt av hesum er eisini givið út í bók.

Hann fekk skjótt leiklutin sum serfrøðingurin í føroyskari søgu við Aarhus Universitet og virkaði sum kommentator, ikki minst í sambandi við løgtingsvalið í 1998. Hann hevði eisini stóran áhuga fyri grønlendskari søgu. Hann var millum teir, sum settu á stovn Center for Nordatlantiske Studier ved Aarhus Universitet. Hann var virkin til væl eftir tey sjeyti, og farin frá starvaðist hann sum vikarierandi deildarleiðari á teologiska fakultetinum. Hann koyrdi við fullari ferð líka til heilsan fór at bila.

Vagn Wåhlin hevði frá 1983 til fyri einum 5 árum síðani nógv samstarv við Søgu- og samfelagsdeildina á Fróðskaparsetri Føroya. Hann hevur verið gestalærari, leiðbeinari, metingarmaður í sambandi við starvssetan, og eisini hevur hann verið próvdómari. Hann var stak hjálpsamur, um tú heitti á hann um ein beina.

Vagn Wåhin var á mangan hátt sermerktur. Ein litríkur og ein orðaríkur maður, sum ikki helt seg aftur har hann var. Fyri Søgu- og samfelagsdeildina var hann ein góður maður. Ærað verið minnið hansara.

Jóan Pauli Joensen