Rektarin
05.09.2008
Skriva út

Val á Fróðskaparsetri Føroya

Í sambandi við, at Landstýriskvinnan í mentamálum skal seta stýrið á Fróðskaparsetri Føroya, verður val á Fróðskaparsetrinum 25. september 2008. Av 7 limum í stýrinum, skulu tvey starvsfólkaumboð og eitt studentaumboð við eykaumboðum veljast í stýrið.


Valið verður skipað soleiðis, at tveir listar, ein starvsfólkalisti og ein studentalisti, verða lagdir út á deildunum og skúlunum á Fróðskaparsetrinum. Á listunum eru øll tey, sum hava valrætt og eru valbær, tó kunnu tey sum eru í farloyvisstarvi ikki stilla upp.

Freistin at stilla upp er 11. september kl.16.00. Setrið fer at mæla landsstýriskvinnuni til at seta tey tvey av starvsfólkunum og tann av studentunum, sum fáa flest atkvøður í stýri. Tey, sum verða næst í atkvøðutalið, verða eykalimir.

Talið á starvsfólki í føstum starvi á Setrinum, er í løtuni 74, hetta er umframt tey tímaløntu. Talið á studentum er 449. Samanlagt hava um 600 fólk sítt dagliga virki á Fróðskaparsetrinum.

Reglugerð fyri vali av starvsfólki og lesandi í stýrið