Val av lesandi í stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya
Einaferð um árið verður skipað fyri vali av umboð og varaumboð fyri lesandi í stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya. Í ár verður valið skipað í døgunum 17. - 20. desember.
Ein valnevnd mannað við Jørgen Meitilberg, fyrisitingarstjóra, Elin Brimheim Heinesen, lestrarskrivstovuleiðara, og Turid Christophersen, Ráð teirra lesandi, er sett at skipa fyri valinum.
Vilt tú sita í stýrinum fyri Setrið?
Tey, ið ynskja at stilla upp til val, lata valnevndini váttan um uppstilling í seinasta lagi tvær vikur
áðrenn valið. Hetta verður gjørt við at senda teldupost til fyrisitingarstjóran á jorgenm(at)setur.fo.
Freistin at boða frá uppstilling er sunnudagin 6. desember.
Tá vallistin er góðkendur, verður hann kunngjørdur.
Samsýningin fyri stýrisarbeiðið er 2.000 kr. um mánaðin. Sum studentaumboð í stýrinum
kanst tú krevja at fáa mál sett á fundarskránna, harumframt fært tú m.a. ávirkan á langtíðar
virksemi og menning Setursins.
Fýra regluligir stýrisfundir eru um árið.
Elektronisk val og nýggjar teldupostadressur
Fyri fyrstu ferð verður valið skipað elektroniskt. Fyri at luttaka í elektroniska valinum er neyðugt at
brúka nýggju setursteldupostadressuna, sum øll lesandi fáa í næstum. Nærri kunning um, hvussu elektroniska valið fer fram, og um nýggju teldupostadressurnar hjá øllum lesandi v.m. verður at fáa á kunningarfundinum, sum verður fríggjadagin 11. desember í høllini (auluni) í Námsvísindadeildini, Frælsið 20, fyri øll lesandi og starvsfólk á Setrinum.
Hareftir fáa lesandi nærri kunning um valið umvegis nýggju teldupostadressuna.
Hvør hevur valrætt?
Øll fulltíðarlesandi, sum eru innskrivað við Setrið tann fyrsta í mánaðinum, sum valið fer fram,hava valrætt og eru valbær, íroknað ph.d. lesandi. Um stýrið Stýrið er evsti myndugleiki Fróðskaparsetur Føroya og hevur ábyrgdina av virksemi stovnsins mótvegis landsstýrismanninum. Stýrið hevur yvirskipaðu ábyrgdina av, at ásetingarnar í lógini og øðrum fyriskipanum um virksemi stovnsins verða fylgdar.
Um stýrið
Í stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya eru sjey limir. Landsstýrismaðurin tilnevnir sjey stýrislimir og sjey varalimir fyri fýra ár í senn, tó so at studentaumboð verður tilnevnt fyri eitt ár í senn. Fýra limir og fýra varalimir verða tilnevndir uttaneftir eftir landsstýrismansins avgerð. Tveir stýrislimir og tveir varalimir verða tilnevndir eftir tilmæli frá starvsfólkunum í føstum starvi á Fróðskaparsetri Føroya. Ein stýrislimur og ein varalimur verða tilnevndir eftir tilmæli frá teimum lesandi.
Valnevndin
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...