09.12.2015
Setursskrivstovan
Skriva út

Val av lesandi í stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya

Fýra valevni hava bjóðað seg fram sum umboð teirra lesandi í stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya.


Valevnini eru:

  • Ingun Háberg Söderqvist   (NÁD)
  • Tór Marni Weihe   (SSD)
  • Bergur A. Dalsgarð   (SFD)
  • Kolbrún í Haraldsstovu   (NVD)


Valnevndin hevur góðkent valevnini.

Valið fer fram í døgunum 17.-20. desember

Fyri fyrstu ferð verður valið skipað elektroniskt. Fyri at luttaka í elektroniska valinum er neyðugt at
brúka nýggju setursteldupostadressuna, sum øll lesandi fáa í næstum. Nærri kunning um, hvussu elektroniska valið fer fram, og um nýggju teldupostadressurnar hjá øllum lesandi v.m. verður at fáa á kunningarfundinum, sum verður fríggjadagin 11. desember í høllini (auluni) í Námsvísindadeildini.

Valnevndin