Val av lesandi í stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya 2017
Skriva út

Val av lesandi í stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya 2017

Freistin er farin til at stilla upp til valið av lesandi í stýrið. Fimm valevni hava bjóðað seg fram sum umboð teirra lesandi í stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya


Freistin er nú farin til at stilla upp til valið av lesandi í stýrið. Fimm valevni hava bjóðað seg fram sum umboð teirra lesandi í stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya.

Valevnini eru:

    • Silja Aldudóttir, 4. árslesandi, M.A. í føroyskum, Føroyamálsdeildin
    • Emil Hermansen, 4. árslesandi, M.A. í Løgfrøði, Søgu- og samfelagsdeildin
    • Gunnar Knudsen, 3. árslesandi, B.Sc. í KT-verkfrøði, Náttúrvísindadeildin
    • Tór Marni Weihe, 2. árslesandi, B.A. Politikkur og umsiting, Søgu- og samfelagsdeildin
    • Bárður Clementsen, 1. árslesandi, B.A. Politikkur og umsiting, Søgu- og samfelagsdeildin

Valið fer fram í døgunum frá 21.-23. november
Valið fer fram elektroniskt á eini valskipan, sum eitur ElectionBuddy.

Atgongd er til valskipanina í tíðarskeiðnum frá 21. november kl. 10.00 til 23. november kl. 24.00.

Tann 21. november fáa tey, sum hava valrætt, teldupost frá ElectionBuddy til sína teldupostadressu, sum tey hava uppgivið til Setrið, har greitt verður nærri frá, hvussu til ber at velja.