11.11.2011
Føroyamálsdeildin Náttúruvísindadeildin Søgu- og samfelagsdeildin Námsvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Skriva út
Val av studentaumboði til stýrið
Til studentavalið mikudagin 30. november 2011 á Setrinum, hava 6 valevni stillað upp til valið.
Kunning um skipan av studentavalinum 2011
Til studentavalið mikudagin 30. november 2011 á Setrinum, hava 6 valevni stillað upp til valið.
Valevnini eru:
- Sunniva Klæmintsdóttir Olsen, B.Sc. lesandi í sjúkrarøktarfrøði
- Elisabeth Steinberg, B.S.Sc. lesandi í stjórnmálafrøði
- Teitur Vágadal, B.Sc. lesandi í sjúkrarøktarfrøði
- Rósely Reynstind, B.S.Sc. lesandi í samfelagsvísindum
- Petra Eystberg, B.S.Sc. lesandi í samfelagsvísindum
- Tórir Mikkelsen, B.S.Sc. lesandi í stjórnmálafrøði
Valnevndin, samansett av Maluni Marnersdóttir, Eileen Vang og Sjúrða Hansen, hevur tikið avgerð um, at í ár verður høvið at velja studentaumboð á deildunum valdagin.
Valið verður skipað soleiðis, at høvi verður at velja á:
- Føroyamálsdeildini, V.U. Hammershaimbsgøta 16 - kl. 9.00 – 10.00
- Læraraskúlanum, Frælsið 20 - kl. 10.30 – 11.30
- Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum, J. Broncksgøta 25 - kl. 13.00 – 14.00
- Søgu- og samfelagsdeildini, J. Broncksgøta 25 - kl. 13.00 – 14.00
- Náttúruvísindadeildini,Nóatún 3 - kl. 14.30 – 15.00
Øll lesandi, ið standa á vallistunum, ið hanga frammi á deildunum, hava valrætt. Tey, sum hava valrætt, hava rætt til at atkvøða við øll omanfyrinevnd valstøð valdagin, til ásettu tíðirnar.
Høvið verður eisini at avgreiða brævatkvøðu á Setursskrivstovuni í J.C. Svabosgøtu 14, í tíðarskeiðnum frá mánadegnum 21. november til mánadagin 28. november frá kl. 9.00 – 15.00.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...