30.09.2009
Skriva út

Val av studentaumboði til stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya

Í ár verður val av studentaumboðið til stýrið 6. november 2009 á Setursskrivstovuni.


Ovasti myndugleiki á Fróðskaparsetrinum er stýrið, ið telur 7 limir, sum landsstýriskvinnan í mentamálum tilnevnir. Setrið skal sambært lógini koma við uppskoti um tríggjar limir, 2 starvsfólk og ein lesandi. Hetta fer fram við vali á Setrinum. Val av studentaumboði, og einum eykaumboði, til stýrið er á hvørjum ári.

Í ár verður valið 6. november 2009 á Setursskrivstovuni. Vallistin hongur á deildum og skúlum Setursins. Á listunum eru øll tey, sum hava valrætt og eru valbær.

Í samband við valið, verður STUDENTATILTAK í auluni á Læraraskúlanum týsdagin 6. oktober 2009 kl. 13. Møtið fjølment, øll lesandi á Fróðskaparsetrinum.

Talið á studentum á Setrinum er í løtuni 453.

Freistin at stilla upp er 9. oktober 2009 kl. 15.00. Tey, sum stilla upp, skulu útfylla og undirskriva serligt skjal, sum skal vera Setursskrivstovuni í hendi í seinasta lagi tann 9. oktober 2009 kl. 15.00. Skjalið fæst á deildunum/skúlunum og her

Reglugerðin fyri vali av starvsfólki og lesandi í stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya hongur uppi á deildunum/skúlunum og fæst her