Vandi fyri skaðatilburðum av vánaligari sjón og hoyrn
Vánalig sjón og hoyrn er ofta orsøk til, at eldri menniskju eru í vanda fyri døttum og øðrum skaðatilburðum í gerandisdegnum.
Hendan greinin er ein av trimum, sum eru partar av ph.d. ritgerð hjá Gro Gade Haanes, adjunkti á Sjúkrarøktarfrøðideildini. Ph.d. ritgerðin leggur dent á bilan í sansunum hjá eldri menniskjum.
Allir sansir vikna sum vit eldast, men tað er serliga umráðandi at varðveita sjón og hoyrn so leingi sum til ber, fyri at eldri menniskju skulu kunna megna mest týðandi uppgávurnar í gerandisdegnum og sleppa undan døttum og øðrum skaðatilburðum. Tá ið sjónin og hoyrnin eru ávirkaðar, eru avleiðingarnar ofta, at ein verður avbyrgdur, kennir angist og verður hugtungur.
Veruleikin er, at sjónini og hoyrnini bilar hjá mongum eldri fólkum uttan at tey vita, at tað ber til at fáa hjálp. Serstakliga er tað umráðandi at ansa eftir, at ljósið er gott og væl skipað, har tann eldri er. Hetta er umráðandi bæði í mun til sjón og hoyrn.
Heitið á greinini er "An intervention designed to improve sensory impairments in the elderly and indoor lighting in their homes: an exploratory randomized controlled trial"
Les alla greinina her
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...