Vár í Ólavsstovu adjunktur í móðurmálsnám- og undirvísingarfrøði
03.06.2013
Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin
Skriva út

Vár í Ólavsstovu adjunktur í móðurmálsnám- og undirvísingarfrøði

Komandi lestrarár fær Megindeildin fyri hug-, samfelags- og námsvísindi nýggjan adjunkt. Tað er Vár í Ólavsstovu, sum leyk ph.d.-prógv frá Syddansk Universitet í 2011.


Vár prógvar við ph.d.-ritgerð síni um føroyskgreinina í studentaskúlanum, at hon hevur dygt innlit í móðurmálsnámsfrøði og –undirvísingarfrøði við atliti at føroyskum.

Hon hevur yvirhøvur stóran kunnleika til tann føroyska skúlan: Hon hevur læraraprógv og langar undirvísingarroyndir úr barnaskúla,  studentaskúla/HF og læraraskúla. Hon hevur harumframt m.a. arbeitt á Føroya Skúlabókagrunni og kennir arbeiðið við at fáa til vega undirvísingartilfar. Tær longu undirvísingarroyndirnar fer hon at nýta í føroyskundirvísingini í námsfrøðinga- og læraraútbúgvingini umframt í øðrum námum á Megindeildini fyri hug-, samfelags- og námsvísindi.
 
Støðið undir akademisku útbúgving sína legði Vár á Fróðskaparsetri Føroya og helt fram á Keypmannahavnar universiteti, har hon leyk mag.art.-prógv. Í ph.d.-ritgerðini, sum hon vardi á Syddansk universitet í 2010, byggir hon á, flættar saman og  mennir tann námsfrøðiliga og tann mál- og bókmentafrøðiliga táttin í útbúgvingini. Ph.d.-ritgerðin vísir, at Vár er før fyri at granska og leggja granskingarúrslit fram um eitt umfatandi evni. Doktararitgerðin er ógvuliga viðkomandi fyri tað lýsta starvið. Í umsókn síni skjalprógvar Vár breiða og djúptøkna vitan um føroyskt empiriskt og ástøðiliga, serstakliga tann náms- og frálærufrøðiliga táttin.
 
Vár í Ólavsstovu hevur fingið starvið, tí hon væl og virðiliga lýkur treytirnar, sum settar eru fyri adjunktstarv í móðurmálsnáms- og undirvísingarfrøði á Fróðskaparsetri Føroya.