Várskúli um smátjóðir og fyrisiting
Várskúli verður í næsta mánað í fýra dagar við serfrøði um smátjóðir og fyrisiting
Føroyar eru smátjóð í heimssamfelagnum, ið alsamt verður bjóðað av og ávirkað av risarákum og krevjandi trupulleikum.
Trýstið á okkum at arbeiða meira framtíðargrundað verður bara størri, og føroyska fyrisitingin møtir avbjóðingum, men eisini stórum møguleikum.
Á várskúlanum, sum verður á Setrinum frá 23. til 26. mars verða stórir spurningar settir og viðgjørdir: Hvussu skal føroyska samfelagið brynja seg til framtíðina? Hvussu arbeiða vit við óvissu? Hvat eyðkennir eina smátjóð? Hvussu virka vit í altjóða framtíðar politikki? Hvussu sær framtíðar politikksmíð út? Hvussu arbeiða vit við risarákum og senariubygging?
Várskúlin er samstarv millum Stjórnarskúlan hjá landsfyrisitingini og Fróðskaparsetrið, og hann er ætlaður starvsfólki í landsfyrisitingini, lesandi og øðrum áhugaðum.
Fimm ECTS-stig kunnu vinnast.
Evstamark at søkja er 3. mars - umsóknarblað er her.
Les meira um Várskúlan her.
Les meira um skránna her
Skeiðslýsing - Bachelor her
Skeiðslýsing - Master her
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...