Veðurlagið á jørðini er farið at broytast
Havfrøðingurin Bogi Hansen hevur skrivað nýggja bók um Veðurlagsbroytingar, sum Nám gevur út í samstarvi við Havstovuna. Høvundurin vísir í bókini á, at jørðin er hitnað, og hann sigur, at vit við stórari vissu vita nú, at tað er av mannaávum.
- Vit kunnu eisini siga við stórari vissu, at veðurlagsbroytingarnar fara at halda fram og versna í komandi tíðum, sigur Bogi Hansen. Hesar broytingar stava frá tí, at vit menniskju lata nøkur evni út í luftina, tá ið vit brenna olju, kol ella gass og av øðrum virksemi. Hvussu ringar avleiðingarnar verða, er treytað av, um vit klára at avmarka útlátið av hesum skaðiligu evnunum, sigur høvundurin at nýggju bókini Veðurlagsbroytingar, sum í snøggari uppseting telur 118 blaðsíður.
Havfrøðingurin, Bogi Hansen, mælir til at lurtað verður eftir serfrøðini. - Gera vit tað, er ógvuliga lítil ivi um álvaran í veðurlagsbroytingunum. Men kringvarp og bløð bera ofta tíðindi, sum siga tað øvugta. Tí kann tað vera torført hjá fólki yvirhøvur at meta, hvat ið er rætt, og hvat er skeivt. Endamálið við hesi bók er tí í fyrsta umfari at geva fólki ta neyðugu vitanina til at skilja veðurlagsbroytingarnar, og hví tær koma. Síðan verður roynt at lýsa, hvussu veðurlagið longu er broytt, og hvat vit hava í væntu tey komandi hundrað árini og meira.
Bókin um Veðurlagsbroytingar er ikki ætlað nøkrum serligum bólki. Vónandi kunnu flestøll lesa hana, og vónandi kunnu partar av henni verða brúktir í undirvísingarhøpi.
- Vitanin um veðurlagið økist støðugt. Eg havi tí roynt at útgreina tey hugtøk og heiti, sum eru neyðug fyri at fólk sjálvi kunnu fylgja við, so hvørt sum nýggj vitan verður tøk, sigur havfrøðingurin Bogi Hansen í sambandi við at Nám nú gevur út nýggju bókina um Veðurlagsbroytingar.
Bókin um Veðurlagsbrotingar fæst í handlunum frá hósdegnum 21. juli. Hon er innbundin og kostar 180 kr. Ole Wich hevur staðið fyri uppseting, umbróting og myndaviðgerð, og Føroyaprent hevur prentað.
Við støði í bókini Veðurlagsbroytingar skipar Nám í døgunum 17.-19. august 2011 fyri skeiði, har Bogi Hansen undirvísir. Eftir bókini verða fimm evni viðgjørd. Lagt verður fyri við orkujavnvágini hjá jørðini, síðani verður farið til veðurlagsskipanina og nomið verður við veðurlagsbroytingar í farnum tíðum. At enda verður spurt, um vit menniskju longu hava ávirkað veðurlagið og hvussu veðurlagið fer at broytast ta komandi øldina og longur fram.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...