Veðurstøðir tøkar til láns
20.10.2014
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Veðurstøðir tøkar til láns

Verkætlanin Staðveðrið hevur í summar fingið nýggjar veðurstøðir, ið lærarar kunnu lána fyri einki í sambandi við undirvísing í náttúruvísindum.


Til allar tíðir hevur veðrið havt avgerandi týdning fyri livilíkindini í Føroyum. At lurta eftir veðurtíðindunum, at tosa um veðrið og siga frá illveðurshendingum er ofta á skránni, tá føroyingar tosa saman. Her hjá okkum kann stórur munur vera á veðrinum sama dag, og veðrið kann eisini vera sera ymiskt, alt eftir hvar í landinum mann er staddur. Serliga hesa ársins tíð er veðrið sera skiftandi og lágtrýstini nærum standa í kø fyri at koma at vitja okkum. Hetta kann tykjast tungt til tíðir, men er samstundis ein grøn gáva frá veðurgudunum, nú vit ynskja at fáa meiri varandi orku. “Tað sum ungur nemur, gamal fremur” verður sagt, og er tað tí upplagt, at tey ungu fáa høvi til sjálvi at máta og rokna upp á varandi orku ella onnur veðurfyribrigdi í teirra umhvørvi.

Staðveðrið er ein verkætlan, ið er sett á stovn av Kurt Madsen og Petur Zachariassen og fíggjað av gávugrunninum hjá Eik. Verkætlanin hevur til endamáls at skapa áhuga millum næmingar fólkaskúlans fyri umhvørvi, náttúruvísindum og tøkni. Til hetta endamál hava veðurstøðir fyrr verið givnar ymsum skúlum, ið hava víst verkætlanini áhuga. Hesaferð er talan um eitt sindur meiri kostnaðarmiklar veðurstøðir, og er ætlanin tí í staðin at lána støðirnar út upp á skift til teirra, ið hava áhuga.

Veðurstøðirnar talan er um eru av slagnum Davis Vantage Pro 2. Hesar eru førar fyri at máta:

- Vindferð og kós

- Regnmongd

- Hita, trýst og vætu í luftini

- Sólorku og UV-index

Saman við veðurstøðini fylgir ein telduskíggi, ið kemur at standa inni í skúlastovuni. Mátingarnar verða sendar tráðleyst frá veðurstøðini til skíggjan, og kunnu harfrá takast niður á teldu og viðgerast.

Tey ið hava áhuga í at lána hesa útgerð, ella vilja vita meira, kunnu venda sær til Bárð A. Niclasen bardurn(at)setur.fo