Mánadagin verður fyrsta fimm daga forsøgnin hjá Veðurstovu Føroya send út til almenningin (Foto: Bjarni Rubeksen)
Brynhild Thomsen
28.10.2021
Setrið Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Veðurstova Føroya farin til verka

Veðurfrøðingarnir Turid Laksá og Andreas Klein Gregoriussen, sum í fjør var tann fyrsti lesandi á Setrinum, sum nam sær prógv sum kandidatur í veðurfrøði, hava úr at gera, nú nýstovnaða Veðurstova Føroya er farin til verka

Veðurstova Føroya, sum húsast í gomlu veðurstøðini í Havn, er farin til verka, og mánadagin sendir veðurstovan fyrstu forsøgnina út til almenningin.

Síggið frálíku ljóð- og myndareportasjuna, sum Kringvarp Føroya hevur gjørt frá Veðurstovuni her.

Bjarni Rubeksen hevur tikið myndirnar, og Uni L. Hansen hevur gjørt ljóð og tekst.

Í fjør skrivaði Andrias Klein Gregoriussen sum nevnt søgu, tá hann sum tann fyrsti lesandi á Setrinum, nam sær prógv sum kandidatur í veðurfrøði. Hansara arbeiði vísti, at til ber at fáa neyvari veðurvánir fyri Føroyar, enn vit higartil hava verið von við.

Lesið meira um tað her.

Lesið frágreiðingina hjá Veðurmenningarbólkinum her.

Lesið ritgerðina hjá Andriasi Klein Gregoriussen her.