Vegleiðarafelagið fingið nýtt navn
Gamla Lestrarvegleiðarafelagið, sum nú er áhugafelagið hjá øllum, sum virka innan sokallaða karrieruvegleiðing í Føroyum, hevur skift navn til Vegleiðarafelag Føroya
Vegleiðarafelagið er síðani 22. mai 2015 tað víðkaða, felags, landsumfatandi fakliga áhugafelagið innan lestrar-, yrkis- og karrieruvegleiðing í Føroyum. Limir eru skúlavegleiðarar, lestrarvegleiðarar á miðnámi og yrkisútbúgvingum, vegleiðarar á hægri lestri, karrieruvegleiðarar á fjarlestrardeplum, lesandi á vegleiðaraúrtbúgving eins og onnur, sum eru knýtt at lestrar-, yrkis- og karrieruvegleiðing í Føroyum.
Lestrarvegleiðarafelagið varð stovnað millum vegleiðarar á miðnámi og hægri útbúgving í 1990 og felagið hevur virkað breitt innan lestrar- og yrkisøkið øll árini.
Felagið hevur verið forum fyri vitanarbýti, netverkan, skeiðsvirksemi, samskifti við myndugleikarnar – serliga útbúgvingarmyndugleikan og hevur virkað fyri størri varhuga um útbúgvingarval, fyri næmingatrivnaði, fyri førleikamenning av føroyskum vegleiðarum, fyri størri vitan um útbúgvingar kring allan heim og líknandi spurningum.
Samstarvið millum skúlavegleiðararnar í fólkaskúlanum og lestrarvegleiðararnar á miðnámi hevur verið gott og vaksandi seinastu árini, og uppgávan at vegleiða er lík – antin hon er millum næmingar, lesandi, lærlingar og onnur, sum søkja vegleiðing. Síðani vegleiðaraútbúgving varð sett á stovn á Fróðskaparsetri Føroya, hava vegleiðarar á øllum stigum og í øllum sektorum somu útbúgvingarbakgrund.
Tí varð avrátt, at verandi felag skuldi víðkast til at verða áhugafelagið hjá øllum, sum virka innan sokallaða karrieruvegleiðing í Føroyum.
Vegleiðarafelagið vil virka fyri samskipan millum ymisku samfelagsgeirarnar so sum útbúgving, vinnu, arbeiðsmarknað, almannageiran o.a. Og vegleiðarar koma fegnir á tal við øll tey, sum hava áhuga at skifta orð um útbúgvingar- og yrkisspurningar.
Nevndin, sum varð vald á aðalfundinum 2. desember 2016, er:
Ester Poulsen, forkvinna (Skúlin á Fløtum)
Holger Arnbjerg, næstformaður (Fróðskaparsetur Føroya, Altjóða Skrivstovan)
Kári Purkhús, kassameistari (HF í Klaksvík)
Kristianna Mortansdóttir, skrivari (Glasir)
Randi Hansen, nevndarlimur (Miðnám á Kambsdali)
Eykalimir eru:
Deirdre Hansen (Fjarnám í Klaksvík)
Hanna Jensen (Miðnám á Kambsdali)
Tíðindaskriv frá Vegleiðararfelag Føroya
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...