NVD
10.06.2010
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Vel millum 12 skeið á Náttúruvísindadeildini

Tey, ið vilja uppstiga ella viðlíkahalda sínar fakligu førleikar innan náttúruvísindi og tøkni, kunnu velja millum 12 skeið á Náttúruvísindadeildini á heysti 2010.


Skeiðini at velja í eru hesi:

Frá 23. august til 8. oktober 2010:

•    Náttúrulandafrøði
•    Almenn og ólívrunnin evnafrøði
•    Margfeldi av plantum
•    Fiskalívfrøði
•    Innleiðing í teldufrøði
•    Innleiðandi forritan við Java

Frá 24. oktober til 10. desember 2010:
•    Almenn havfrøði
•    Havlívfrøði
•    Ryggleys dýr
•    Støddfrøði 1
•    Stødd- og hagfrøði fyri lívfrøðingar
•    Forrit og forritan í vinnuni


Hetta eru skeið, ið eru á bachelorútbúgvingunum í jarð- og havfrøði, lívfrøði og KT-verkfrøði. Hvørt skeið er 7.5 ECTS til støddar, og undirvíst verður tveir dagar um vikuna.

Umsóknarblað við kunning um neyðugar fortreytir fæst her.

Umsóknarfreistin er tann 14. juni 2010.