Verður veðurlagsfundurin í Peru væleydnaður?
22.11.2014
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Verður veðurlagsfundurin í Peru væleydnaður?

Hósdagin 27. november kl. 15.00 í heldur Lau Blaxekjær, postdoc á Fróðskaparsetrinum, fyrilestur um globalu veðurlagsbroytingarnar. Eisini verður orðaskifti. Tiltakið verður í J. Broncks gøtu 25, veghæddini


Øll vænta sær nógv av komandi toppfundinum nú í desember í Peru um veðurlagið. Vónirnar gerast ikki minni av, at Kina og USA hava orðað seg jaliga um skyldur sínar at minka CO2-útlátið. Christiana Figueres, stjóri á ST-veðurlagsskrivstovuni, hevur sagt, at COP20 skal gera eitt framsøkið uppskot til ta veðurlagsavtaluna, sum skal góðkennast í París næsta ár, á sama hátt sum ætlanin var á COP19 veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn í 2009. Higartil hava royndirnar hjá ST at minka CO2-útlátið ikki verið nøktandi, og skal nýtt lív verða kveikt í vónirnar um eina avtalu, má Peru  nýta allar diplomatiskar snildir. Vísindini hava víst á, at heimurin er langt frá málinum, og nógv skal gerast fyri at verðurlagsbroytingarnar ikki versna enn meira. Í Peru skulu heimsins lond vera til reiðar at minka útlátið so tað munar, og ídnaðarlondini skulu vera til reiðar at lata menningarlondunum tøkni og fígging, so tey kunnu minka síni útlát og laga seg til verðurlagsbroytingarnar, sum longu eru veruleiki.

Fyrilesturin fer eisini at lýsa nýggju bólkarnar í verðurlagssamráðingunum. Gjógvin millum norður og suður er ikki longur so greið sum fyrr. Nýggju bólkarnir av menningarlondum ætla sær ikki longur at bíða eftir, at ídnaðarlondini seta sær framsøkin mál, men vilja sleppa í arbeiðsklæðini og átaka sær størri leiklut og minka um CO2-útlátið. Hinumegin eru lond sum India, Kina og Saudi Arabia, ið halda fast um ta kendu søguna um, at tað eru ídnaðarlondini og ikki menningarlondini, sum eiga meginpartinum av ábyrgdini av verandi veðurlagstrupulleikum. COP21 í París næsta ár skal gera eina avtalu eins og í Keypmannahavn, men hesa ferð er myndin broytt, av tí at menningarlondini eru spjaddari enn tá.

Øll er vælkomin til hendan almenna fyrilestur og orðaskifti, sum verður hósdagin 27. november frá kl. 15.00 til kl. 17.30 í fyrilestarhølunum í J. Broncks gøtu 25.