05.06.2014
Føroyamálsdeildin Skriva út
Verkætlan millum Reykjavík, Tórshavn og Helsinki fingið stuðul
Verkætlanin 'Communicating in a New Culture: Survival Language through Mobile Devices' hevur fingið stuðul játtaðan frá Nordplus.
Hjalmar P. Petersen á Føroyamálsdeildini er knýttur at verkætlanini saman við Birnu Arnbjørnsdóttur (Háskóli Íslands) og Helgu Hilmisdóttur á deildini fyri Finskt-ugriskt og skandinaviskt í Helsinki.
Verkætlanin snýr seg serliga um at brúka teldur og menna forrit til on-line undirvísing í føroyskum og íslendskum, og at brúka tað tilfar, sum longu er tøkt og útvikla tað víðari. Hetta fer at gera tað lættari hjá serliga útlendingum at læra málini, og á tann hátt fáa størri møguleika at taka lut í tí føroyska samfelagnum og mentanini.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...