Dennis Holm
01.07.2009
Søgu- og samfelagsdeildin Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning
Skriva út

Verkætlanin Retail in Rural Regions væl í gongd

Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning er føroyski parturin av altjóða verkætlanini Retail in Rural Regions (At menna handil í útjaðarum), ið NPP, NORA o.o. hava fíggjað.


Fyrr í ár byrjaði altjóða verkætlanin Retail in Rural Regions – á føroyskum At menna handil í útjaðarum – ið er fíggjað av NPP (Northern Periphery Programme) og m.ø. NORA. Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning er føroyski parturin av verkætlanini, sum eisini fevnir um granskarar úr Finnlandi, Svøríki, Norra, Skotlandi, Írlandi, Norðurírlandi, Íslandi og Grønlandi.

Verkætlanarfundur í Stornoway
Á Granskingardeplinum eru tað Olga Biskopstø og Dennis Holm, sum arbeiða við verkætlanini og í vikuni hava tey verið í Stornoway á Hebridunum, har verkætlanarfundur hevur verið. Á fundinum kundi staðfestast, at fyrsti parturin av verkætlanini er komin væl í gongd. Hartil eru fyrireikingarnar til 2. og 3. part eisini at kalla lidnar. Verkætlanin er í trimum pørtum og hevur Granskingardepilin leiðsluna av tí síðsta partinum av verkætlanini, sum fevnir um at seta í verk granskingarúrslitini.

Les tíðindaskriv um verkætlanina.

Les eisini meiri um verkætlanina á heimasíðuni www.socdev.fo undir gransking og verkætlanir.