Verkstova stór.jpg
Johan Hansen
22.02.2019
Setrið Til lesandi
Skriva út

Verkstova um atgeingi til talgild tíðarrit og dátugrunnar

Hósdagin 28. mars skipa Fróðskaparsetrið, Granskingarráðið og Landsbókasavnið fyri verkstovu um atgeingi til talgild tíðarrit og dátugrunnar.

Tiltakið er í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum frá kl. 9.00 til 14.00.

Um verkstovuna

Landsbókasavnið hevur í út við 20 ár veitt atgongd til vísindaligt tilfar á internetinum til sínar brúkarar og til granskingarstovnar í Føroyum. Henda tænastan, nevnd e-feingi, verður veitt í samstarvi við samstarvsfelagsskapin FRIS, Faroe Research Information Service. FRIS hevur limir í einum stýrisbólki, ið stendur fyri menningini og kostnaðinum av hesi vísindatænastu, og bólkurin tekur eisini støðu til nýtekning av haldum v.m.
Í løtuni eru stórar rembingar á hesum økinum. Prísirnir á akademiskum talgildum tíðarritum eru støðugt hækkandi, og forløgini blíva færri og sterkari. Eitt mótrák er frá almennum granskingargrunnum, sum krevja fría atgongd til granskingarúrslit, sum eru alment stuðlað. Granskarar og onnur vitanarstarvsfólk ynskja betri og smidligari atgongd til tilfar.

Á verkstovuni er ætlanin at umrøða ymisk evni í hesum sambandi, serliga støðuna í dag í mun til avtalur við forløg og um Open Access-rákið og Plan S.

Tveir serfrøðingar úr ávikavist Danmark og Noregi koma at greiða frá evninum úr teirra sjónarhorni.
Tey eru Anne Thorst Melbye, leiðari á PURE skrivstovuni á Syddansk Universitetsbibliotek, og Tore Nilsen, seniorráðgevi á deildini fyri lisensavtalur og Open Acess hjá UNIT í Noregi.

Eisini luttaka umboð frá føroysku granskingarstovnunum við stuttum framløgum um royndir og tørv á atgeingi til talgild tíðarrit og dátugrunnar í Føroyum.

Skráin sæst her.

Málbólkur

Tiltakið er alment, men er serliga hugsað til politikarar, granskarar, lesandi, stovnsleiðslur, fyrisitingarstarvsfólk, miðnámsskúlalærarar og bókasavnsfólk.