Verkstova um óregluligan boðshátt
24.05.2018
Til lesandi Føroyamálsdeildin
Skriva út

Verkstova um óregluligan boðshátt

Hesar dagarnar verður ein verkstova um óregluligar boðshættir hildin á Humboldt Universitetinum í Berlin.


Verkstova um óregluligan boðshátt er 25.-26. mai á Humboldt Universitetinum í Berlin. Hjalmar P. Petersen, dr.phil, lektari í málfrøði á Føroyamálsdeildini og Caroline Heycock, professari í setningafrøði á universitetinum í Edinburgh, ið hevur arbeitt við føroyskum í nógv ár, eru boðin at halda fyrilestur.

Evnið, ið Caroline Heycock og Hjalmar P. Petersen fara at umrøða, er: Old, New, and Non-Canonical Imperatives in Faroese. Her verður tosað um boðshátt gjørdan við noktan + navnhátti (ikki fara!) og eisini verður tann nýggi noktandi boðshátturin nevndur, t.e. ikki tak fløskurnar, sum standa á borðinum! Eisini verður hugt at mynstrum sum royn/prøva og fortel!

Innboðin at halda fyrilestur eru: 
Hans-Martin Gärtner (Research Institute for Linguistics of the Hungarian Academy of Sciences) 
Caroline Heycock (University of Edinburgh) 
Sabine Iatridou (Massachusetts Institute of Technology) 
Magdalena Kaufmann (University of Connecticut)
Manfred Krifka (Humboldt-Universität zu Berlin & ZAS) 
Hjalmar Petersen (University of the Faroe Islands)

Meira fæst at vita um verkstovuna her