12.07.2013
Námsvísindadeildin
Skriva út

Við BEd prógvi av Fróðskaparsetrinum til víðari lestur á Århus Universitet

Lesandi, sum hava lokið føroyskt BEd-prógv í undirvísing, kunnu søkja um upptøku beinleiðis til víðari lestur í almennari námsfrøði á kandidatstigi á Århus Universitet, Emdrup.


Avmarkað upptøka er til námið, og bachelorprógvið í undirvísing av Setrinum, sum umfatar 30 ECTS í námsfrøði, gevur rætt til upptøku.

Tað vil við øðrum orðum siga, at Århus Univeristet viðurkennir føroyska BEd-prógvið sum universitets-bachelorprógv.

Danskir lærarar skulu hava professiónsbachelorprógv fyri at hava rætt til upptøku í kandidatnámið í almennari námsfrøði. Professiónsbachelorprógv er fýra ára útbúgving, 240 ECTS.