- Við prógvi frá Setrinum er lætt at fáa arbeiði
- Við einari útbúgving frá Setrinum í skjáttuni hava tit skapt ein grundvøll, sum kann geva tykkum sjálvum – og føroyska samfelagnum – eina betri framtíð, segði Martin Tvede Zachariasen, rektari, m.a. í røðu fyri teimum 209, sum í árinum hava fingið Setursprógv. Sí eisini myndir frá prógvhandanini niðanfyri
Góðu øll somul
Hjartaliga vælkomin til prógvhandan 2023 á Fróðskaparsetri Føroya. Dagurin í dag er av sonnum ein hátíðardagur, tí vit fagna øllum tykkum, sum í dag fáa prógv handað, og tykkum, sum hetta seinasta árið hava staðið prógv frá Setrinum, okkara universiteti.
Sum rektari á Setrinum eri eg bæði glaður av og errin um, at vit í dag kunnu handa ikki færri enn 149 prógv aftrat teimum 60, sum hava staðið prógv frá okkum í árinum, ið fór. At tilsamans 209 kvinnur og menn í ár eru útskrivað frá Føroya universiteti við eini hægri útbúgving er so ómetaliga gott fyri okkum øll.
Tað er ein ógvuliga føgur sjón at síggja tykkum øll. Tykkara tankar eru helst alla møguliga staðni. Tit hugsa kanska um tíðina, sum nú skjótt er farin. Tit hugsa kanska um næsta stig á tykkara útbúgvingar- ella starvsleið. Ella fegnast bara um at vera liðug og gleða tykkum til at halda veitslu við nýggja próvnum í hond saman við familju, vinum og teimum, tit hava lisið saman við.
Men lat okkum líka hyggja eitt sindur aftur eftir fyrst. Kendi politikarin og Nobelprísvinnarin, Nelson Mandela, sum ógildaði rasismuveldið í Suðurafrika, sá útbúgving sum eitt týdningarmikið amboð fyri at veita øllum eins møguleikar. Hann segði, at tað var ígjøgnum útbúgving, at ein bóndasonur sum hann kundu gerast forseti.
Eitt kent sitat frá Nelson Mandela er hetta: “It always seems impossible until it’s done”. Á føroyskum kundu vit sagt: ”Tað sýnist altíð ógjørligt, til tað er gjørt.”
Hugsið um ta ferðina, tá tit vóru lítil og skuldu læra at súkkla. Ella skuldu byggja eitt stórt putlispæl. Ella eitt sindur seinni, tá tit skuldu læra at koyra bil. Tað var krevjandi og sýntist ógjørligt, ja, kanska tit fingu avriksangist. Men tit komu á mál til síðst.
Lærdómur og førleikar koma ikki av sær sjálvum. Tað er krevjandi at læra nakað nýtt; at skilja eina torskilda teori. Tit hava arbeitt hart og miðvíst við lestrinum og eru nú komin á mál. Tað sýntist ógjørligt, til tað var gjørt. Og tað er nú gjørt!
Takkið tykkum sjálvum fyri tað, og takkið teimum, tit hava lisið saman við, og familju ella vinum fyri at hava hjálpt tykkum, tá á stóð. Gevið tykkum øllum eitt stórt herðklapp!
Og so er tað dagurin í morgin. Eg tori at lova tykkum, at tað ikki verður torført at fáa eitt arbeiði við einum prógvi frá Fróðskaparsetrinum. So at siga øll útbúgvin á Setrinum eru í lestrarviðkomandi starvi ella eru farin undir víðari lestur. Á summum økjum mangla vit útbúgvið fólk í Føroyum, t.d. námsfrøðingar, sjúkrarøktafrøðingar og KT-frøðingar. Her kunnu tit fara beint frá seinastu próvtøkuni í fast starv. Á øðrum økjum kann tað taka eitt sindur longri at fáa fast starv, men brúk er fyri tykkum øllum!
Tit kenna kanska amerikanska senatorin, Elizabeth Warren, sum stillaði upp sum demokratiskur kandidatur til forsetavalið í USA í 2020 og bleiv víðagitin fyri sínar politisku hólmgongur við Donald Trump. Elizabeth Warren vil geva øllum møguleika fyri at fáa eina útbúgving – uttan mun til persónlig fíggjarlig viðurskifti. Eisini er hon stríðskvinna fyri tí almenna skúlanum – øvugt av reinum privatum skúlum og universitetum.
Í Føroyum hava vit longu tað, sum Elizabeth Warren og mong onnur við henni berjast fyri, og tað skulu vit vera glað fyri. Av tí, at vit hava samtykt, at vit øll í felag skulu fíggja útbúgving í Føroyum, so hava øll her møguleika fyri at fáa eina hægri útbúgving.
Elizabeth Warren segði einaferð: ”A good education is a foundation for a better future”. Ella á føroyskum: ”Ein góð útbúgving er grundvøllur undir einari betri framtíð”.
Við einari útbúgving frá Setrinum í skjáttuni hava tit skapt ein grundvøll, sum kann geva tykkum sjálvum – og føroyska samfelagnum – eina betri framtíð. Tað er kanska eitt stórt lyfti frá Elizabeth Warren og mær - men vit tora at lova tykkum tað.
Eg ynski tykkum alt tað allarbesta!
Takk fyri.
Helma Maria Tróndheim, ph.d.-ari, helt røðuna hjá teimum lesandi. Sum nýútbúgvin granskari legði hon m.a. dent á tann stóra týdningin, sum gransking hevur fyri menningina av okkara samfelag. Lesið hennara røðu her.
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, helt eisini røðu fyri hópinum, sum nú hevur universitetsprógv. Hann frøddist m.a. um, at fleiri nú velja at taka hægstu akademisku útbúgvingina, ph.d., og at vit harvið fáa fleiri føroyskar granskarar. "Vitanin, sum granskingin viðførir, er ikki bert ætlað útbúgvingum á Fróðskaparsetrinum, men hon hevur týdning fyri vinnuna, okkara tilfeingi og fyri mátan vit innrætta okkum sum samfelag. Við vitanini kunnu vit taka meira grundaðar avgerðir, og við henni fylgir tí eitt ávíst skynsemi í teirri stýring, sum vit sum samfelag kunnu hava. Eitt sterkt granskingarumhvørvi ger okkum eisini betri før fyri at standa mát í altjóða høpi, har verkætlanir í milliónaupphæddum kunnu verða togaðar hendaveg. Tí kann henda vitanin ikki bert gera okkum betri før fyri at umsita okkara skattakrónur, men kann eisini gerast ein beinleiðis vinnumøguleiki, sum kann fáa ein stóran búskaparligan týdning", segði landsstýrismaðurin m.a. Lesið alla røðuna her
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, legði í røðu síni stóran dent á, at Havnin skal verða ein altjóða universitets- og granskingarbýur. Hann segði m.a.: "Í visjón síni fyri vøkstri, menning og trivnaði hevur býráðið sett tey lesandi og føroyska universitetið í miðdepilin. Tórshavn skal ikki bara vera ein vanligur útbúgvingarbýur, men hevur sett sær størri mál vegna landið alt. Málið er, at Tórshavn verður ein virkin og livandi altjóða universitets- og granskingarbýur. Fyrimyndir um tað eru fleiri í Norðurlondum, har universitetið dregur til sín ungdóm, granskarar, ráðstevnur, innovatión og nýggjar fyritøkur. Hetta er aftur grundarlag fyri vaksandi virksemi, sterkari búskapi og fjølbroyttum trivnaði í høvuðsstaðnum og landinum øllum. Kommunan er eisini virkin partur at skapa lestrarbústaðir, sum er týðandi partur av einum universitetsumhvørvi. Finsen er dømi um tað, men vit kundu hugsað okkum uppaftur fleiri lestrarbýli eisini í kampus ella setursbýnum, sum tað eisini verður rópt", segði borgarstjórin m.a. Lesið alla røðuna hjá Heðini Mortensen her.
Tað er altíð serstakliga vakurt at síggja stóra hópin av glaðum nýútbúnum kvinnum og monnum í hátíðarligu kørmunum í Norðurlandahúsinum
Gleðin og lættilsi eftir stríðið er týðilig hjá teimum
Vøkur føroysk klæði í hópatali og onkur stakkur prýddu heildarmyndina á degnum
Tær sita undir hvørjum orði frá røðarunum á pallinum
Sigmund V. P. Zachariassen og Sjúrður Tróndheim, ið lesa Tónlist á Fróðskaparsetri Føroya, framførdu egin løg til prógvhandanina
Tað er altso heilt fantastiskt at hava staðið prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur og eisini at fáa nálina frá May-Britt Skoradal, varadekani á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi
Martin Tvede Zachariasen, rektari, handar á fyrsta sinni prógv frá Fróðskaparsetri Føroya. Hann byrjaði í starvinum 1. januar í ár og hevur bakgrund sum rektari á IT-universitetinum í Keypmannahavn. Sjálvur hevur var hann ein av teimum allarfyrstu, sum tók bachelorprógv á Setrinum. Hetta var í 1989 og í Teldufrøði
Tá prógv skulu handast í sjúkrarøktarfrøði, stendur May-Britt Skoradal, varadekanur á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarfrøði, undir liðini á rektaranum, tí tey skulu - umframt prógv - eisini hava nál, sum siður er
Norðurlandahúsið var fullsett av nýklaktum akademikarum og familjum teirra - og sjálvandi vóru nógv blómutyssi eisini at síggja
Familjan má sjálvandi hava myndir á stóra degnum
Hesin smádrongurin skoðar modellið av nýggja felagsbygninginum hjá Setrinum, sum toymið hjá Ósbjørn Jacobsen, arkitekti, frá Henning Larsen North Atlantic hevur teknað. Felagsbygningurin skal standa á Frælsinum, har heildarætlan er um at gera ein samlaðan Setursbýling. Lesið meira um felagsbygningin her
Jens Kristian Vang, fotografur, er altíð fúsur at taka floksmyndir eftir prógvhandanina á Setrinum
Essan syrgdi fyri, at fólk fingu okkurt gott, tá stóra tiltakið inni í høllini í Norðurlandahúsinum var av
- 17.12.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinFøroyska COVID19-stýringin í stórari altjóða útgávuTað vóru serliga kanningarnar og tilmælini, sum vóru sers...
- 16.12.2024 Setrið NámsvísindadeildinTá málið skuggar fyri rættinum til útbúgvingTilflytarabørn hava menniskjarætt til útbúgving, og spurn...
- 16.12.2024 Setrið NámsvísindadeildinLívið sum læraralesandi í FøroyumLæraralesandi á Setrinum, sum Kringvarp Føroya hevur tosa...