Skriva út
Viðkomandi fyrilestur um føroysku oljuvinnuna
“Fulltrúin og Goliath. Um at fyrireika og fyrisita framtíð og framburð”
Týsdagin tann 7. apríl 2015, kl. 10.00 – 12.00, skipa lesandi á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya fyri almennum fyrilestri um samband ímillum almennan politikk og fyrisiting og føroysku oljuvinnuna.
Fyrilesturin verður hildin í Jónas Broncks gøtu 25 í Tórshavn.
Teir, ið fara at siga frá, eru:
- Jan Eiden Muller, journalistur og stjóri í Føroya Oljuídnaðarbólki (FOÍB), fyrrverandi stjóri í Miðlahúsinum
- Tróndur Djurhuus, journalistur og sjálvstøðugur vinnurekandi, fyrrverandi stjóri í Kringvarpinum
Teir koma at greiða frá, hvussu gongdin hevur verið í oljuvinnuni seinastu árini og serliga hvussu viðkomandi almennu stovnar, og ikki minst embætisfólkini, hava verið við í mun til fyrisiting innan málsøkið, nationalt og internationalt.
Høvi verður at ogna sær bókina OLJAN, sum Jan E. Muller og Tróndur Djurhuus hava skrivað, og sum kom út í desember 2014.
Øll eru vælkomin og møtið fjølment!
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...