Víkingar, málbland og skaldskapur
Tey trý, Tóta Árnadóttir, adjunktur, Bergur Djurhuus Hansen, lektari, og Malan Marnersdóttir, professari, hava havt eina sera væl vitjaða sessión á ráðstevnuni hjá International Association for Scandinavian Studies, sum í ár er á universitetinum í Groningen í Hollandi.
Tóta tosaði um, hvussu Týr endurnýtir kvæði og siðbundið føroyskt tilfar í víkingaligum tungmálmtónleiki, sum er so væl umtóktur í restini av Europa. Bergur viðgjørdi, hvussu kotuskifti millum føroyskt, enskt og onnur mál hava listfrøðiligar funktiónir í bókum eftir Trygva Danielsen og Carl Jóhan Jensen. Og Malan tosaði um, at hugmyndin um tær einmæltu føroysku bókmentirnar longu er við útgávunum av fleiri bókum eftir føroyingar í Danmark og Norra á ávikavist á donskum og norskum. Tað setur enn einaferð tann bókmentasøguliga spurningin, um slíkar bøkur hoyra heima í føroysku bókmentasøguni. Eftir framløgurnar nýttu tey, sum lurtaðu, høvi at seta spurningar og gera viðmerkingar fyri at fáa meira at vita.
Evnið á ráðstevnuni er Transit 'Norðurlond' og 'Europa', hvat sigur frá meira sam- og umskifti við mentan á europeiska meginlandinum enn Týr og fleirmæltu tilvísingarnar hjá Trygva og Carl Jóhan?
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...