Vil lata 10 mió til gransking í arbeiðsmarknaðinum
Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, hevur lagt uppskot fyri løgtingið, sum m.a. ber í sær, at 10 milliónir krónur verða til arbeiðsmarknaðargransking
Ætlanin hjá landsstýrinum er at taka Frítíðargrunnin av og flyta fæið í grunninum til Granskingarráðið. Talan er um 10 milliónir krónur, sum verða markaðar til at granska í arbeiðsmarknaðarviðurskiftum.
Granskingarrráðið hevur hugt í uppskotið og skrivar á heimasíðu sínari, at nevndin í Frítíðargrunninum heldur, at tíðin er farin frá grunninum.
Partarnir á arbeiðsmarknaðinum eru tó ikki á einum máli um, hvussu fæið eigur at verða brúkt, men fleiri mæla til, at peningurin verður brúktur til gransking í ymsum viðurskiftum á arbeiðsmarknaðinum.
Ikki verður nógv granskað í arbeiðsmarknaðarviðurskiftum í Føroyum, tó at hetta er gransking, sum hevur stóran týdning, og mál á arbeiðsmarknaðinum mangan eru á almenna breddanum. Skotið verður tí upp at leggja fæ grunsins saman við møguligum rakstraravlopi til Granskingarráðið at luta út til gransking í arbeiðsmarknaðinum.
Granskingarráðið skal umsita peningin eftir reglum, sum landsstýrismaðurin fer at áseta við heimild í lógini.
Uppskotið fær fyrstu viðgerð í tinginum hósdagin 24. februar.
Lógaruppskotið við viðmerkingum og hoyringssvarum kann lesast her.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...