16.05.2012
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Vilhelmine Christine Himmeline

Hví hevur ein genta, fødd á Viðareiði 28. mai í 1840, fingið navnið Vilhelmine Christine Himmeline? Tað kunnu vit sjálvandi bert gita um, men hetta ár fall Kristi himmalsferðardagur á 28. mai.


Ein aldagamal navnasiður aðrastaðni er at kalla barn upp eftir halgimennanavni í álmanakkanum. Halgimennini eru vanliga nevnd í álmanakkanum á deyðadegnum, t.d. hin heilagi Martin úr Tours (316-397), Fraklands tjóðarhalgimenni, sum í álmanakkanum stendur undir 11. november, mortansmessu. Hendan dag í 1483 varð Martin Luther, sum varð borin í heim dagin fyri, doyptur og kallaður upp eftir halgimenninum. Seinni verður uppkallingin eftir álmanakkanavninum fyri føðingardagin. Ein heimskendur maður varð skírdur eftir hesum siði, Napoleon Bonaparte (1769-1821) keisari, sum varð føddur á minningardegi Napoleons pínslarváts úr Alexandria.


    Hesin navnasiður at kalla barn upp eftir halgimennanavni í álmanakkanum rínur – eins og aðrir siðir – eisini við her hjá okkum, og hevur hann samband við siðin at geva barni fleiri enn eitt navn. Nær ið fyrsta dømið um uppkalling eftir álmanakkanavninum fyri føðingardagin sæst í kirkjubókunum, kann neyvan staðfestast við vissu, tí fyri 1816 var tað sjáldsamt, at føðingardagurin var tilskilaður, men eftir hetta ár er føðingardagurin aloftast tilskilaður. Tað tykist, sum mikkjalsmessudagur er tíðliga uppkallaður.

    29.09.1819    Blasius Mikael Simonsen, Koltri
    29.09.1819    Mikel Kristiansen, Tórshavn
    29.09.1819    Elsebeth Susanna Mikkelina Niclasdatter, Froðba
    29.09.1820    Jon Frederik Mikael Joensen, Tórshavn (føddur fríggjadag)
    29.09.1821    Johannes Mikael Hansen, Tórshavn

Eftir miðja 18. øld gerst tað tað rættiliga vanligt her á landi at kalla álmanakkadagin upp. Tá ið álmanakkanavnið er einnevni, er tað eyðvitað kallinavn, men eru tey annað ella triðja navnið, er óvist, um tey hava verið kallinøvn, men tílík nøvn sum t.d. Anicetus, Maximinus, Proclus, Serafias og Tallius hava neyvan verið kallinøvn. Um tílík nøvn hava tykist fólki margháttlig, er ilt at siga, men danski læknin Severin Thomsen (1866-1922), ið var lækni í Norðuroyggjum frá november 1891 til mai 1892, ger ið hvussu er vart við henda eftir hansara tykki sermerkta navnasið. Í dagbók síni 10. januar 1892 skrivar hann:

I en lille Bygd, der hedder Helle, har Søen taget alle Bygdens Baade i et Antal af tre. Den ene af de tre Fiskere hedder Samuel; den halvvoxne Dreng, der var med i den lille tremands Baad Nytaarsdags Aften, hedder Elias, og Færingerne excellere i det Hele taget i bibelske Navne. Naar de ikke vælge Navnene derfra, vælges de i Reglen ud af Almanaken, og herved fremkommer det mærkelige Fænomen, at en ret bekjendt Fisker i Thorshavn hedder Venus. I Almanakken har der maaske ved hans Fødselsdag staaet en eller anden Bemærkning um Planeten Venus; de uskyldige Forældre have vel antaget det for Navnet paa en eller anden Helgen, og Faktum er i al Fald, at Venus lever i bedste Velgaaende og mange Gange har roet for Faktoren fra Thorshavn til Klaksvig. Engang kom en Færing til Faktorens Broder, der var Præst heroppe, og bad om at faa sin Søn døbt ”Johannes Hals”; i Almanakken stod der nemlig saaledes ved Fødselsdagen. Ved nærmere Eftersyn viste det sig, at det var en forkortet Angivelse af Søndags-Evangeliet, der handlede om Johannes den Døbers Halshuggelse.

Barn varð ikki bert uppkallað eftir halgimennanavni í álmanakkanum. Høgtíðardagar og halgidagar vórðu eisini uppkallaðir, serstakliga jólini, t.d.:

25.12.1820    Inger Juliane Marie Møller, Tórshavn
    25.12.1820    Hans Julius Joensen, Vági
    25.12.1823    Ole Julius Dionesen, Miðvági
    24.12.1824    Anna Juel Thomasdatter, Nólsoy
    24.12.1825    Julianna Jensdatter, Hvalba
    25.12.1826    Thomas Juul Kjælnæs, Tórshavn

Í 20. øld fáa tílík “jólanøvn” eisini føroyskt snið, t.d. drongur, føddur 25.12.1940, sum fekk einnevnið Jólsvein.
Dømi um uppkalling eftir halgidegi er t.d. Vilhelmine Christine Himmeline. Soleiðis varð genta, ið varð fødd á Viðareiði Kristi himmalsferðardag (Kristi himmelfartsdag), 28. mai í 1840, skírd. Navnið Vilhelm er harumframt álmanakkanavn.

greinin sum pdf